Sandnes er einsamalt oddalið aftaná stórsigur á heimavølli

Nú stendur uppflytingarstríðið bara millum Sandnes ULF og Sotra

Hetta gjørdist eitt gott vikuskiftið hjá Gullbrandi í Horni Øregaard og liðfeløgum hansara í Sandnes ULF.

 

Sandnes hevði í dag vitjan av triðfremsta liðnum í deildini, Jerv á ØSTER HUS Arena leikvøllinum. Sandnes, ið aftur í dag hevði Gullbrand sum liðskipara vann stórsigur 4-0. 

 

Longu í fyrsta minuttinum legði Ole Sundgot Sandnes á odda 1-0, og sjey minuttir seinni økti Aadne Bruseth til 2-0. Í 25. minutti økti Endre Osenbroch til 3-0, og í seinna hálvleiki staðfesti Henrik Jensen sigurin. 

 

Sandnes hevði væl fleiri málmøguleikar enn Jerv, og talan var um ein uppibornan sigur.

 

Ígjár taptu nærmastu kappingarneytarnir hjá Sandnes, Sotra 1-2 fyri EIK-Tønsberg.

 

Sandnes er tí einsamalt oddalið við 38 stigum. Sotra hevur 35 stig á øðrum plássinum. Jerv hevur 30 stig á triðja plássinum. Tí var sigurin í dag av serliga stórum týdningi. 

 

Komandi sunnudag klokkan 12 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Træff.