Tað bleiv talan um fulla spælitíð til bæði Áslu Johannesen og Jóhannu F. Sørensen í bestu svensku fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið.
Ásla og liðfelagarnir í Piteå tóku á heimavølli móti IFK Norrköping. Josefine Johansson legði Piteå á odda í 26. minutti, men bert átta minuttir seinni hevði Norrköping skotið tvey mál og lagt seg á odda 2-1. Fleiri mál komu ikki í dystinum.
Piteå er fjórðaftast í deildini við 17 stigum. Tær eru fýra stig frammanfyri Brommapojkarna, og seks stig frammanfyri Linköping, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting við lokna kapping.
Komandi leygardag hevur Piteå torføran útidyst móti AIK Stockholm.
Jóhanna og liðfelagarnir í BK Häcken vunnu á útivølli stórsigur 4-0 á Vittsjö. Í steðginum var Häcken á odda 1-0. Jóhanna legði upp til 2-0 málið hjá Häcken, ið Monica Jusu Bah setti í netið.
Häcken er næstfremst í deildini við 36 stigum. Hammarby á triðja plássinum hevur sama stigatal. Malmö FF er fremst við 38 stigum. Djurgården hevur 31 stig á fjórða plássinum. Meistaraskapsstríðið stendur millum hesi fýra liðini.
Komandi leygardag hevur Häcken heimadyst móti Kristianstad.