Norðurlandaráðið hevur júst kunngjørt vinnarar av sínum fimm virðislønum innan bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, film, tónleik og umhvørvi. Hvør virðisløn er áljóðandi 300.000 danskar krónur og verður latin í sambandi við setuna hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi 28. oktober.
Tveir føroyskir vinnarar
Í ár fara bæði Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins til Føroyar. Tað var fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur varð tilnevndur filmsvirðislønina, og filmurin Seinasta paradís á jørð vann. Leikstjóri er Sakaris Stórá og framleiðarin Jón Hammer.
Bókmentavirðislønin fer til Vónbjørt Vang fyri yrkingasavnið Svørt orkidé. Tað er fyrstu ferð síðani 1986, at bókmentavirðislønin verður latin føroyskum høvundi.
Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin fer til svenska rithøvundan Sara Lundberg fyri myndabókina Ingen utom jag, tónleikavirðislønin fer til íslendska klaverleikaran Víking Ólafsson, sum hevur verið tilnevndur tvær ferðir áður, og umhvørvisvirðislønin í ár við temanum ”Civilsamfundets grønne bidrag” fer til Grønne Nabofællesskaber úr Danmark.
Vinnararnir fáa virðislønirnar handaðar í Svenska Ríkisdegnum 28. oktober meðan Norðurlandaráðsfundurin er.
Samrøður verða eisini við vinnararnar beinleiðis av pallinum undir einum tiltaki í Kulturhuset Stadsteatern í Stokkhólmi 27. oktober klokkan 19, har møguleiki eisini er at síggja vinnandi filmin.