Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, kom saman við konu síni, Usha Vance, á ferðini til Ísraels

J. D. Vance er komin til Ísraels

Amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, er komin til Ísraels, vísa myndir frá flogvøllinum í Tel Aviv.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, kom saman við konu síni, Usha Vance, á ferðini til Ísraels

Vance kemur til Ísrael, meðan stórt fokus er á at fremja vápnahvíld í Gaza. Seinastu dagarnar hava Ísrael og Hamas fleiri ferðir ákært hvønn annan fyri at hava brotið vápnahvíldina.

Varaforsetin fer væntandi at royna at trýsta Ísrael og Hamas til at koma við nøkrum truplum viðurkenningum, sum eru partur av seinnu stigunum av vápnahvíldini, skrivar Ritzau.

Vápnahvíldin kom í gildi 10. oktober eftir meira enn tvey ára stríð millum Ísrael og Hamas.

 

 

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, kom saman við konu síni, Usha Vance, á ferðini til Ísraels