Javnaðarflokkurin: Betri og bíligari gerandisdag

Bíligari gerandisvørur, hægri barnafrádrátt og meira í lestrarstuðli eru millum uppskotini hjá samgonguni, sum eru til viðgerðar í Løgtinginum í dag. Mynd er hjáløgd.

Javnaðarflokkurin vil, at Føroyar skulu vera fyri øll. Tí gera vit alt, vit eru ment, fyri at lætta um gerandisdagin. Politisku átøkini gera serliga mun hjá teimum við lágum inntøkum.

Í dag viðgerð løgtingið uppskot, sum ger tað bíligari at keypa eplir, grønmeti og blæur.  Hetta er vørur, sum serliga barnafamiljur hava tørv á, men eisini flest øll onnur fáa ágóðan av, at vit nú taka mvg’ið av nøkrum matvørum. 

Barnafamiljur skulu eisini hava fleiri pengar at liva fyri. Tað gera vit við at hækka barnafrádráttin við ávikavist 1500 kr. fyri hvørt barnið tey yngstu, og 1000 kr. fyri børn í skúlaaldri. Tað vil siga, at ein familja við trimum børnum – tvey undir skúlaaldur og eitt yvir – fáa 4.000 krónur aftrat um árið at liva fyri.

Somuleiðis gera vit tað lættari og liviligari fyri lesandi. Tí hækkar samgongan lestrarstuðulin við 1000 kr. um mánaðin, so stuðulin verður á sama stigi sum í Danmark.