Næstan 40 ár síðani Rói Patursson fekk bókmentavirðislønina

Tað var 4. mars í 1986, at Anker Jørgensen, táverandi formaður í Norðurlandaráðnum, handaði Róa Patursson bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Sosialurin skrivaði soleiðis frá handanini í blaðnum hósdagin 6. mars í 1986:

Tað er týskvøld í Keypmannahavn. 900 fólk eru hjástødd í ráðhúshøllini. Ein føroyingur og ein íslendingur skulu hava hvør sína heiðurslønir. Hin seinni er tónaskald. Hin fyrri orðaskald.

Rói Reynagarð Patursson skal hava handað bókmentavirðisløn Norðurlandarásins fyri skaldverkið »Líkasum«. Á fyrsta sinni skal føroysk skrivað bók hava hesa virðisløn.

Fyrst tríggjar røður. Bent Nebelung, formaður býarstýrisins í Keypmannahavn, bjóðar vælkomin. Formaður Norðurlandaráðsins Anker Jørgensen, fyrrv. danski forsætisráðharrin, tosar um týdningin av virðislønunum og ynskir til lukku. Norski rithøvundurin Johannes Hegeland grundgevur avgerð dómsnevndarinnar.

Og so fær havnarmaðurin »Roy Patorson«, sum teir rópa hann her, handað virðislønina av Anker Jørgensen.

 

Lesið eisini: Føroyingar fáa bæði bókmentavirðisløn og filmsvirðisløn

Rói tekur til orða. Flytur fram eina røðu:

Tað er við eini kenslu av gleði, hann tekur móti heiðrinum. Hann tekur við honum tað gott við.

Samstundis hevur hann kensluna av at vera staddur við eina byrjan. Tað er meira órógvandi. Rói nevnir týdningin av, at eitt lítið máløki, ein sjálvstøðug mentan, ikki er.

Tað er her við markið, tú finnur rithøvundan; her, sum tøgnin annars ræður. Uppgáva hansara er at umskapa meining og veruleika til orð; tøgnini má verða givið mál. 

Tøgnina finnur tí í tær sjálvum, bæði ta óskiljandi sorgina. Og gleðina, sum vit eru meira kunnug við. Eisini í náttúruni er tøgn, ein ræðandi kvirra.

Burtur úr meiningaleysheitini mugu vit royna at leita fram til sannleikarnar.

Men vit finna eisini tøgnina í samfelagnum og í søguni: har teir ráðandi tiga um lívið á fold, um armóð, fátækadømi, um kríggj og deyða, um hóttandi tøgnina í 20. øld.

Endaði Rói við orðum:

»Alle disse tavsheder er vi nødt til at bryde, omforme og oversætte til frie ord.«

Síðani las Kári Mouritsen 4 yrkingar eftir Róa. Fyrst á føroyskum, so á donskum. Seinni á kvøldið varð skipað fyri haldi í Føroysku Hølunum.

Týsdagur 4. mars 1986 var ongin vanligur gerandisdagur, men ein merkisdagur í føroysku bókmentasøgu.