Ferðsludeildin hjá løgregluni kannaði í gjár ferð á Havnarvegnum, nýggja innkomuvegnum til Havnar. Tað serliga við hesum vegastrekkið er, at hóast talan er um landsveg uttan fyri bygt øki, so er ferðmarkið niðursett frá 80 til 60 km um tíman, og tað gevur harðari revsing, tá koyrt verður ov skjótt.
Soleiðis vórðu fleiri bilførarar skrivaðir fyri lógarbrot í gjár, har fimm fingu bøtur, tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið og tríggir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tað er soleiðis, at tá ferðmarkið er niðursett, sum í hesum føri frá 80 til 60 km um tíman, so er revsingin harðari, um tú koyrir tú ov skjótt. Og koyrir tú 80 km um tíman ella meira, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum. Tí tá skalt tú bara koyra 20 km um tíman ov skjótt fyri at fáa so harða revsing, og tað fingu so tríggir bilførarar á Havnarvegnum í gjár.











