21 ára fongsul fyri drápsroynd móti Fico

Ein 72 ára gamal maður er dømdur í 21 ára fongsul fyri at hava roynt at dripið forsætisráðharrin í Slovakia

 

Hendingin fór fram í mai í fjør og maðurin, sum skeyt, var sambært dóminum 72 ára gamli, Juraj Cintula.

 

Myndugleikarnir í Slovakia hava sagt, at talan var um eina yvirgangsatsókn, tá forsætisráðharrin varð skotin.

 

Robert Fico varð illa løstaður í álopinum. Hann varð raktur av fýra skotum, meðan hann heilsaði viðhaldsfólki í fyrrverandi námsbýnum, Handlova hin 15. mai í fjør.

 

Eftir trimum vikum var forsætisráðharrin komin nøkulunda fyri seg aftur, og hann hevur áður sagt, at hann hevur fyrigivið mannnum sum skeyt.

 

Sjálvur hevur hin dømdi, Juraj Cintula, starvast í námsvinnuni; hann hevur eisini arbeitt sum steinhøggari, trygdarvørður og hevur víst seg sum aktivist.

 

Hann varð handtikin beint eftir álopið og hevur sitið í varðhaldi síðan. Nú dómur er fallin, kann dómurin sambært Verdens Gang kærast til landsins hægstarætt.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Her er Juraj Cintula handtikin beint eftir álopið á Robert Fico hin 15. mai í fjør