Fótbóltur
Jákup Mørk
Tað eru nú úti við ein mánaður síðani, at Andrew av Fløtum fór til Danmarkar at royna seg hjá Fremad Amager. Hetta er felagið, sum í heyst gjørdi sáttmála við Jann Inga Petersen úr B68, og nú røkist so kanska fyri, at enn ein føroyskur landsliðsleikari verður at síggja á liðnum.
- Nú er vetrarsteðgurin komin hjá liðnum, so í løtuni gangi eg einamest og bíði. Eg vandi tó við liðnum í einar tríggjar vikur, og samanumtikið haldi eg sjálvur, at hetta mundi ganga á góðari leið. Vit hava so avtalað, at vit skulu tosa saman aftur, og koma teir við einum hampuliga góðum tilboði, so rokni eg við, at eg taki av, sigur Andrew av Fløtum.
Spurdur um støðið í felagnum, heldur Andrew, at tað á ongan hátt er ræðandi.
- Sjálvandi er tað munur á, tá tú hvønn dag spælir á grasi, men sjálvur haldi eg so ikki, at talan er um eitt lið, sum langt omanfyri tey bestu føroysku liðini. Tvørtur ímóti rokni eg við, at sterkastu liðini í heimligu kappingini uttan stórvegis trupulleikar høvdu staðið seg í deildini.
Hetta seinasta kundi kanska bent tann vegin, at ikki er so øgiliga áhugavert hjá einum føroyskum leikara at skifta til lið í donsku 1. deild, men hesum er Andrew tó ósamdur í.
- Tað snýr seg eins nógv um, at tú her niðri hevur størri møguleika at gera vart við teg. Fyri tað um tú spælir væl í føroysku landskappingini, er ikki víst, at nakar uttan fyri Føroyar leggur tað til merkis. Her eru sannlíkindini fyri tí í øllum førum størri, og so veit mann ikki, hvat kann spyrjast burturúr.
Her heima hevur nakað verið tosað um, at ein leikari sum Andrew í løtuni gongur uttan sáttmála. Fleiri onnur feløg enn HB eru sett í samband við hann, men sjálvur tykist leikarin ikki hugsa stórvegis um hetta.
- Nú skalt tú aldrin siga aldrin, men sjálvur rokni eg við, at fari eg aftur til Føroyar at spæla, so verður tað sum HB?ari. Tað er í øllum førum soleiðis, eg kenni meg, og tað er ikki nakað, sum broytast soleiðis uttan víðari, sigur hann at enda.