Tað kann vera lætt at lata vera

Í hesum døgum, har tað er bannað at roykja á nærum øllum almennum støðum kring allan knøttin, kann tað til tíðir gerast talan um rættuliga langa tíð, har roykjarar ikki fáa møguleikan til at roykja ? til dømis á einum longum flogtúri

Bangkok, Thailand: Flogfarið setir seg um hálvgum sjeytíðina hósmorgun. Tankarnir snúgva seg bert um tvey ting. At heima liggja øll í fasta svøvni, tí vit nú eru sjey tímar frammanfyri, og hvussu gott tað skal verða at fáa eina sigarett.
Tað tekur sanniliga sína tíð at fáa flogfarið upp á pláss. At enda letur tað so til, at vit eru komin upp á pláss, og skeltið við trygdarseðlanum sløknar. Tað ræður bara um at koma so skjótt úr flogfarinum og finna tað fyrsta staðið, har loyvt er at roykja.
Løgið er at hugsa sær, at seinasta sigarettin varð roykt dagin fyri í Keypmannahavn, beint áðrenn farið varð í flogfarið.
Hóast túrurin hevur verið langur, so er trongdin til eina sigarett ikki komin, fyrr enn flogfarið er lent. Ein veit, at tað ikki er loyvt at roykja umborð á flogfarinum, áðrenn ein fer á eina tílíka ferð. Og gott tað sama skal sigast, tí tað hevði neyvan verið stuttligt hjá enntá tí mest garvaða roykjaranum at sitið í einum flogfari í tíggju tímar, um tað var loyvt at roykja. Og enn og minni hjá teimum, sum ikki roykja.
Men líkamikið, nú er flogfarið lent, og nú verður tað skjótt loyvt aftur. Og fyri framman liggja jú tvær flogferðir afturat, so nú skal roykjast niðurfyri
Tjúgu fermetrar
Tað er ótrúligt, hvussu langar gongirnar eru í Bangkok International Airport. Ein gongur og gongur, men tað fæst nærum ongin endi á gongini. Men so brádliga fangar eygað eitt skelti. Á skeltinum stendur "smoking-room".
»Endiliga!« Men so hvørt sum ein kemur nærri og nærri hesum vælsignaða rúmi, koma aðrir tankar í høvdið á einum. Rúmið, sum minnir einamest um eitt búr av einum ella øðrum slagi, sær alt annað enn tiltalandi út.
Ikki tí at eitt roykirúm kann sigast at vera lekkurt, men okkurt gott átti at verið við tí kortini ? umframt at trongdin til eina sigarett verður mettað.
Um tað skal lýsast, so er tað skjótt gjørt. Umleið tjúgu fermetrar við glasrútum, har filmur er á. Inni standa nógv og guva, sum um lívið skuldi gingið úr teimum. Ein air-condition, sum slettis ikki megnar at røkja sítt arbeiði til fulnar. Fýra ella fimm stór øskubikør full av stubbum, fimm stólar og onki vindeyga, sum kann latast upp. Summi roykja eina fyri og aðra eftir. Lata til at roykja niðurfyri. Tað kann bara vera tey mest garvaðu. Onnur síggja út sum um, at tey angra, at tey eru komin inn, tí tey festa í, guva tvær, tríggjar ferðir og halda so á dyr. Tá tey koma út, breiðir eitt brá av lætta seg um andlitið, og tey anda djúpt inn. Summi brokka seg um umstøðurnar, tá tey koma út. Ein roykjari skilir tey væl, meðan ein ikki roykjari bert sigur: Lat vera!
Tað er heilt vist ikki ov nógv sagt, at tað munnu vera mong, sum heldur lata vera ella bíða, til tey eru komin upp á pláss við at fáa sær eina sigarett, tí hesi roykirúmini gera munandi lættari at lata vera.