SKIPANIN 2004
Tá ið ábyrgdarpersónar fyri føroyskum fótbólti leygardagin eftirmettu kappingarárið, sum fór, vórðu eisini fyrstu ætlanirnar fyri næsta kappingarár lagdar á borðið.
Sum tað varð sagt í blaðnum leygardagin, so er ætlanin hjá kappingarnevndini, at fyrsta umfarið í landskappingini skal vera á skránni sunnudagin 25. apríl ella flaggdagin. Hetta er tríggjar vikur fyrri enn fyrsta umfarið í landskappingini var á skránni í ár. Tá varð fyrsta umfarið spælt 16. mai.
Í ár varð spælt tvey vikuskifti í juli, og tað vórðu avgreidd tíggju umfør undan summarsteðginum. Upp undir summarsteðgin vóru tvey umfør spæld mitt í viku.
Yvirlitið yvir ætlanirnar fyri næsta ár boðar frá, at kappingin verður býtt í tveir eins stórar partar næsta ár. Undan summarstðeginum verða níggju umfør á skránni, og eftir summarsteðgin verða níggju umfør spæld. Síðsta umfarið undan summarsteðginum verður á skránni sunnudagin 4. juli, og fyrsta umfarið eftir summarsteðgin verður spælt sunnudagin 1. august. Í ætlanini eru allir landskappingardystirnir ásettir at vera í vikuskiftum.
Á fundinum leygardagin varð víst á, at næsta ár verða seks av teimum tíggju feløgunum úr Eysturoy. Tí vera tað hvørja ferð í hvussu so er tríggir dystir í Eysturoynni. Feløgini í oynni kundu hugsað sær møguleikan at ein dystur var t. d. mánakvøld. Hetta varð ikki mett at vera nakar trupulleiki, skilja vit á lagnum.
Fyrivarni
Bólkaumfarið í steypakappingini ætlast at verða avgreitt, áðrenn tað verður farið undir landskappingina. Fyrsta umfarið er ásett at vera sunnudagin 21. mars, og sætta og síðsta bólkaumfarið í kappingini um Løgmanssteypið ætlast at verða spælt sunnudagin 18. apríl ella eina viku undan fyrsta umfarinum í landskappingini.
Talan er framvegis um fyribilsætlanir ella eitt hugskot, sum FSF legði fyri feløgini. Tað hevur verið upp á tal, at fjórðingsfinalurnar í steypakappingini skulu spælast við heima? og útidysti og ikki, sum tað hevur verið higartil, bara avgerast í einum og sama dysti. Í ætlanini hjá FSF er lagt upp fyri hesum.
Enn er sjálvandi ikki greitt, um ætlanirnar fara at gerast til veruleika í øllum smálutum. Tað valdast eitt nú um, hvussu landsdystirnir fara at verða lagdir. Enn er ikki greitt, hvørjum Føroyar fara at vera í bólki saman við í HM undankappingini. Tá ið tað er greitt, fara umboð fyri londini at tingast um skránna. Men tað er longu greitt, hvørjar dagar FIFA hevur sett av til HM undankappingardystir. Tann fyrsti er leygardagin 4. september, tann næsti mikudagin 8. september, og so eru tveir dagar í oktober? leygardagin 9. og mikudagin 13.
Tað hevur verið vanligt, at landsliðið hevur verið uttanlands og spælt í undankappingum í vikuni eftir, at síðsta umfarið í landskappingini hevur verið spælt. Soleiðis var tað ikki í ár. Men ætlanirnar hjá FIFA, sum teir í FSF hava lagt upp fyri, boða frá, at tað er rættuliga stórur møguleiki fyri, at landsliðið eisini næsta ár fer at vera uttanlands í heystfrítíðini.










