11. februar andaðist Erik Mörköre, 90 ára gamal. Hann var føddur og uppvaksin í Klakksvík, sonur Eiðis-Johan og Christionnu.
Sum ungur var hann til skips, fekk um endan av deyðsiglaratíðini og var við dammslupp, síðan við skonnart. Mesta av ævi síni bryggjaði hann hjá Föroya Bjór. Eini 50 ár mundi tað vera íalt. Hann var við, tá ið alt var gjørt við hond, og eisini seinni tá nógv var automatiserað.
Hann gavst at arbeiða fulla tíð aftan á hann var 70, men helt fram líka til han var 80 ár, at loysa av í döguratímanum.
Honum dámdi væl at fáast við seyð og passaði hann væl. Erik var giftur við Berlinu frá Gjógv, og áttu tey 7 børn. Friður verið við minninum um Erik Mörköre.