Útigongubann
?Setir løgtingið eina lóg í gildi, sum bannar børnum og ungum at ganga úti seinni enn eitt vist um kvøldið, kundi tað verið ein stór hjálp hjá nógvum foreldrum.
Tað heldur Sjúrður Johannesen, sum er sosialráðgevari hjá Barnaverndini í Havn.
Hann sigur, at tað er ein áhugaverdur tanki, sum Rúna Sivertsen reisti í Sosialinum í farnu viku, tá ið hon mælti til, at vit gera sum íslendingar og at Løgtingið setir eina lóg í gildi sum beinleiðis forbjóðar børnum og blaðungum at ganga úti seinni enn eitt vist um kvøldið.
Av tí, at Sjúrður Joahnnesen er sosialráðgevari hjá barnaverndini í høvuðsstaðnum er hann helst tann, ið veit mest um náttarlívið hjá børnum og ungum og hann hevur dagliga samrøður við ung og foreldur teirra um trupulleikar av kriminaliteti og um misbrúk av rúedrekka, rúsevnum, sniffing og øðrum ólevnaði.
Hann sigur, at tað er sjón fyri søgn, at tað er er ein veksandi trupulleiki, at børn og ung ganga úti og vála um næturnar.
? At børn og ung ganga úti og mala um næturnar eru ein stórur trupulleiki. Og hann er veksandi.
Tí heldur hann, at eitt tankin sum Rúna Sivertsen setir fram í eini roynd at vinna á hesum trupulleikanum, er alt ov álvarsamur og áhugaverdur, til at hann kann verða kveistraður hann til viks, uttan at hann verður viðgjørdur bæði væl og virðiliga.
Í hesum sambandi sipar hann til Finn Helmdsdal, sum er sosialráðgevari og leiðari á Barnaverndini, sum helt, at tað er ein óhugsandi tanki at Løgtingið skal seta útigongubann í gildi fyri børn og ung.
?Tað er als ikki vist, at eitt útigongubann við lóg hevði loyst trupulleikan. Men tað hevði verið áhugavert hjá teimum fakbólkum, sum varða av børnum og ungum, at tikið spurningin til viðgerðar, sigur Sjúrður Johannesen.
Ein hjálp til foreldrini
Sjúrður Johannesen er als ikki samdur við Finni Helmsdal í at eitt útigongubann er at taka ábyrgd frá foreldrum og myndugleikum.
? Eg vildi heldur mett hetta sum eina hjálp til foreldur og tey, sum annars vara av børnunum, tí verður útigongubann sett í verk, hava øll nakað ítøkiligt at halda seg til.
Tað kann eisini forða fyri, at mong børn og ung gerast offur fyri ti bólkatrýsti, sum mangan er.
Hann er sostatt heldur ikki samdur í, at tað altíð er tí at foreldrini svíkja, at børn og ung ganga úti og mala um næturnar.
?Børn og ung duga nógvar snildir, tá ið tað ræður um at sleppa út, uttan at foreldrini vita tað. Eitt nú er tað vanligt hjá ungum at sova hjá vinfólkum og tá er ikki altíð lætt hjá foreldrum at hava fult tamarhald á, hvat tey havast at.
Og Sjúrður Johannesen heldur, at bólkatrýstið skal ikki undirmetast.
? Tað kann verða ómetaliga trupult at nokta einum barni nakað, sum øll vinfólkini sleppa. Og tað kann vera ómetaliga trupult hjá einum einstaklingi í einum bólki at nokta fyri at royna rúsdrekka, rúsevni, ella at sniffa, tá ið øll hini í bólkinum royna tað.
Hann sigur, at hann veit nógv dømi um at eisini børn, sum hava foreldur, sum eru væl fyri og sum virka væl, ganga úti um næturnar og royna bæði eitt og annað, og tað tekur hann sum tekin um, at tað er ikki altíð lætt hjá foreldrum at vita, akkurát, hvar børnini eru, tí hetta eru púra vanlig ung.
Sosialráðgevarin hjá barnaverndini í Havn sigur, at var ein lóg sum segði, at børn og ung undir ein ávísan aldur, skulu vera inni eina ávísa tíð, høvdu øll havt greiðar linjur at hildið seg til.
? So er ábyrgdin í hvussu so er tikin frá teimum ungu, sigur hann.
Hann sigur, at so høvdu bæði foreldur og løgregla sloppið undan nógvum kjaki og parlamenteran aftur og fram við tey ungu, tí so hevði altíð borið til at sagt við tey ungu, at soleiðis er lógin tíverri, og so er onki at gera.
Hann heldur eisini, at vórðu greiðar reglar, hevði verið tað lættari hjá teimum ungu at góðtikið at verðið send til hús.
Men hann leggur afturat, at sjálvsagt skulu undantøk gerast, so at tað verður loyvt at ganga úti á Ólavsøku og kanska onnur kvøld við.
Varpa ljós á veruliga trupulleikan
Sjúrður Johannesen, sigur, at tað er ikki vist, at tað skal vera løgreglan einsamøll, sum hevur ábyrgdina av hesum.
Hann kann eisini hugsað sær, at Náttarravnarnir taka lut í hesum arbeiðnum, ella kanska at tað kundi verðið gjørt upp á onkran heilt annan máta.
Hann veit heldur ikki um tað er rætt, at hetta skal vera ein tænasta til foreldrini, sum so. Tí vast hann í, um tað er rætt at børn og ung, sum verða tikin upp á gøtuni, verða koyrd heilt til dyrnar.
?So vítt, eg havi skilt í Islandi, er tað so, at børn og ung, sum verða tikin upp um næturnar, verða koyrd á ein ávísan stov. Haðani verður so ringt til foreldrini, sum síðani sjálvi koma eftir børnunum. Tað eggjar eisini foreldrunum til at taka ábyrgd, sigur Sjúrður Johannesen.
? Men tann størsti vinningurin hevði kanska verið, at verður ein slík lóg sett í gildi, hevði tað varpa ljós á tann veruliga trupulleikan.
?Tað hevði kanska gjørt, at øll tey nógvu ?vanligu? ungu, sum ganga úti um næturnar, men sum hava foreldur, sum virka væl, høvdu verið skild frá og høvdu verðið send heim. Hetta eru kanska tey mongu, sumeru úti, uttan at foreldrini vita av tí og sum koma eftir teimum, tá ið ringt verður.
Sostatt hevði tað verið lættari at fingið eyga á tey børn og tey ungu, sum veruliga hava trupulleikar og har heimini ikki virka og so kundi orkan verðið miðsavnað um tey.
Mugu broyta hugburð
Annars heldur Sjúrður Johannesen at tað hevur stóran týdning at hugburð.
? Í Føroyum fara ung ikki í býin, fyrrenn eftir midnátt og halda so á til klokkan fimm ella seks.
? Tað, hann hevur skilt aðrastaðni, er vanligt at ung fara í býin um fimm, seks tíðina um dagin og fara til húsar klokkan tvey.
? Tað er ongin ivi um at ung undir 18 ár kunnu hava tað líka stuttligt í
býnum frá kl 21.00 til 01.00 sum frá 24.00 til 05.00. Tað krevur bara at vit
spakuliga venja okkara ungu til at soleiðis er náttarlívið tá ein ikki er
myndugur og at nú er tað ein lóg, sum sigur, nær, tey skulu vera heima. Og so mugu dansistøðini innrætta seg eftir tí, sigur Sjúrður Johannesen.
Hann leggur afturat, at tað sigur seg eisini sjálvt, at ung, sum venda um upp á nátt og dag tvey samdøgur hvørt vikuskiftið, kunnu heldur ikki vera serliga væl uppløgd til dagsins gerning longu aftur mánadagin, so hetta ótálmaða náttarlívið er ósunt upp á nógvar mátar.