Sunnudagin tapti Rói Ellefsen á Skipagøtu saman við liðfeløgunum á landsliðnum við 15 málum fyri Danmark. Mikukvøldið taptu Rói og liðfelagarnir í Hallby við 14 málum.
Rói og liðfelagarnir í Hallby máttu í útidysti í bestu svensku hondbóltsdeildini leggja rygg til 21-35 stórtap fyri Kristianstad. Longu í steðginum var klokkan sligin. Tá var Kristianstad greitt á odda við 10 málum, 18-8.
Rói skoraði tvey mál, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).
Hallby er triðaftast í deildini við seks stigum. Hallby hevur trý stig upp til áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. Á áttanda plássinum hevur Helsingborg níggju stig.
Fríggjakvøldið 14. november klokkan 18 spælir Hallby dyst á heimavølli í Jönköping móti Alingsås.











