Øssur Mohr er 42 ára gamal og hevur í nøkur ár fingist við málningalist burturav.
Hann hevur fleiri ferðir sýnt fram, bæði her heima og uttanlands. Eitt nú hevur hann verið við á várframsýningini í listaskálanum, og uttanlands hava verk hansara fingið góð ummæli.
Allan novembur mánaða verða 15 av oljumálningum hansara at síggja í Leikalund í Klaksvík.
Alt árið, ein mánaða í senn, sýna ymisk listafólk verk síni fram í Leikalund í Klaksvík.
Leikalund er gávu- og bókabúð, sum heldur til í gomlu handilshúsinum hjá Jens Clæmunti Isaksen í Klaksvíksgarðinum.
Framsýningin í Leikalund í desembur, verður við myndum frá Trónda Paturssyni.