Hesar seinastu dagarnar hevur tíðin mest sum staðið í stað, siga teir báðir Bergur Mikladal og Jón Jacobsen, sum seinastu tíggju vikurnar á opnum havi hava verið til verka umborð á nýggja Skálaberg
- Tùrurin hevur verið drúgvur, men kortini góður og eitt veruligt minni fyri lívið, eru báðir samdir um. Fiskiskapurin var eitt sindur slakur í fyrstani, men seinastu vikurnar hevur gingist væl so teir báðir klaksvíksingarnir kunnu síggja fram til eina hampuliga avrokning, tá ið fiskurin er seldur.
Tað eru fáir sjómenn, sum hava gjørt sín fyrsta túr umborð á einum so stásiligum og nýmótans skipi. Umstøðurnar umborð á Skálaberg eru av teimum allarbestu og hjá ungum sjómonnum er hetta eitt skip, sum gravgangur er at sleppa við. Í fríløtunum hugnaðu teir sær í messuni, teir hugdu í sjónvarp ella sótu teir framman fyri telduskýggjan. Eisini bar til at royna mongu maskinurnar í venjingarhølunum. Og sum vera man ber altíð til at práta og hugna sær á annan hátt.
Ikki sjómenn sum vaksnir
-Nei, eg ætli mær ikki til sjós aftur og havi sagt kjansin frá mær næsta túr, greiðir Jón Jacobsen frá. Og hóast Bergur heldur ikki ætlar sær at gerast sjómaður burturav, sigur hann, at aftaná nakrar túrar afturat við Skálabergi fer hann væntandi at royna seg á landi.
- Tað er sjálvandi ein løgin kensla, at eg í hálvan triðja mánað ongantíð setti fótin á fasta jørð, sigur Bergur, og Jón leggur afturat, at teir hóast alt kortini vandi seg við hetta og tað rullið sum er á sjónum.
Í fyrstani sloppu teir, sum so mangir aðrir sum royna sjólívið og hvat tað merkir ikki at hava fast undir fótum. Bergur og Jón blivu eisini ruraðir í blund um kvøldarnar, arbeiðið var hart og kalt og onkuntíð tóktist tíðin mest sum at standa í stað.
Men eisini umborð á skipi gongur klokkan og dagnarnir styttast eins og á landi.
At fara frá skúlabonki til skips kann verða stór broyting í lívinum. Men eisini tað harða arbeiðslívið gert gerandisdagur. Bergur lærdi seg skjótt at reinskera fiskin, meðan Jón stóð seg væl sum frystari úti á Barentshavinum.
Hvørki hjá Bergi ella Jón bilti tað við sjóverki. Bara teir fyrstu dagarnar og teir dagar tá ið veðrið av álvara leikaði hart á. Men tað er gott at vera heima aftur eru báðir unglingarnir úr Klaksvík púra samdir um.