prosent. Í alt vóru 158.000 gistingar í ferðavinnuni í 2015. Vøksturin í gistingum merkir tó ikki, at tað eru útlendingar, ið koma til Føroya. Størsti vøksturin er nevniliga frá fólki búsitandi í Føroyum, ið [...] sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping og ból og bita. Um bara verður [...] verður hugt eftir persónum, hómast eisini ein fitt framgongd. 9.700 fleiri persónar gistu í 2015, 62.700 fólk, enn 2014, 53.000 fólk, ið er ein vøkstur á 18 prosent.
”The Gordian Knot” kom út í 2014. Punjab vunnu heiðurin sum “Ársins bólkur” og “Nýggja navn” á FMA í marts í ár. Punjab er ein sera góður og orkumikil bólkur, sum setur futt í allastaðni har, sum teir framføra [...] fyri umleið trimum árum síðani og hava havt sera nógvar framførslur runt um í Føroyum. Vit gleða okkum til hittini at ”Sunnukvøld í Mai” og ”I’m Afraid” fara at ljóma við Brúnna leygardagin 9. juli. [...] Dansk/føroyski bólkurin Littlefish fer at spæla við Brúnna í summar. Bólkurin spælir harðan melodiøsan rocktónleik við feitum riffum, og teir, ið manna bólkin eru sera góðir og væl samanspældir tónleikarar
felagið hevur almannakunngjørt gongdina í farna ári. - Síðan virkið varð bygt á Tvøroyri - Varðin Pelagic - er fiskurin framleiddur í Føroyum. Men, eftir er svartkjafturin, sum higartil fyri tað mesta er farin [...] 2011 hava vit havt í okkara strategi at framleiða uppsjóvarfiskin til matna, tó at allur makrelur og størsti parturin av sildini og lodnuni altíð er landaður til matna. Tað sigur Varðin í Gøtu, nú felagið [...] at framleiða svartkjaft til matna í 2015, og eydnaðust hesar væl. 12.0000 tons av svartkjafti vórðu framleidd til matna og 2410 tons til minkafóður. Beint fyri jól í fjør kunngjørdi Varðin, at ætlanin
skrivar Hagstovan í dag. Bæði í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin millum tey ungu longu um 20-ára aldur uppi á 80 til 90 prosent, samanborið við 70 til 75 prosent í Danmark og um 60 prosent í ES-londunum [...] ára gomul, eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika um 75 prosent bæði hjá monnum og kvinnum, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni – heilt niðri á 10 til 15 prosent í ES-londunum sum heild [...] kvinnurnar seg burturúr, til dømis í aldrinum 35 til 44 ár, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er stívliga 95 prosent, samanborið við 80 til 85 prosent bæði í Íslandi, Danmark og ES-londunum sum
har børn og ung í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, verða bjóðað at koma í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. - Hin verkætlanin hevur heitið ”Hjálp til børn og ung í Grønlandi”. Hetta [...] Hetta er ein verkætlan at hjálpa børnum, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum. Samstarvað verður við Bláa Kross í Grønlandi og Bláa Kross í Danmark um verkætlanina, skrivar Blái Krossur á heimasíðuni [...] har sjálvboðin gingið hús úr húsi og savnaði pening inn við bússum. Tað eydnaðist bara heilt væl, tí í kvøld boðar felagsskapurin frá, at føroyingar vóru gávumildir og lótu heili 630.000 krónur til virksemið
Hóast Granskingarráðið í ár fekk færri umsóknir um stuðul, so er kynsbýtið javnari í ár enn nakrantíð fyrr. 26 umsóknir komu inn í ár, frá 13 kvinnum og 13 monnum. Í fjør søktu 44 fólk, men tá vóru lutfalsliga [...] at royna seg í ár er minkaður. Ein góður triðingur av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir. Umsóknir eru bæði frá granskarum í Føroyum og uttanlands [...] lutfalsliga nógv fleiri kvinnur enn mann, ið søktu. Í 2014 komu 48 umsóknir, frá 34 kvinnum og 14 monnum. - Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar eru, til at umsóknartalið er lækkað. Tað kann hugsast, at
uppgávu í løtuni. Polar Empress er skrásett í Bergen, og varð latin eigarunum so seint sum í mai í ár. Síðani tá hevur skipið verið í Barentshavinum og eysturi við Novaja Zemlja. Men støðan í oljuvinnuni [...] krónur at byggja, á Skálafjørðinum og bíðar eftir uppgávum. Óvist er, hvussu leingið skipið verður í Føroyum, men helst verður tað onkrastaðni millum 14 dagar og ein mánað, sigur Pól Eli Hansen, úr Æðuvík [...] hundrað metrar langt, hevur eina maskinorku á 25.000 hestar og kann sleipa 22 káplar. Tá skipið er í vinnu liggur manningartalið millum 50 og 60, men nú tað liggur fyri teym eru færri við. Meðan skipið
ríkispolitinum, sum førdi til, at maðurin nú skal møta í rættinum. Í oktobur 2014 gjørdi ríkispolitiið eitt átak móti barnapornografiskum tilfari í Danmark. Sum part av hesum átakinum hevði løgreglan eftirlit [...] ð boðaði tí løgregluni í Føroyum frá. - 10. novembur bóðu vit Føroya rætt um rætt at kanna, hvør átti IP-adressuna, og hesum eftirlíkaði rætturin. 27. novembur vóru vit aftur í rættinum og bóðu um loyvi [...] Sosialinum, at onkur onnur mál um barnapornografiskt tilfar eru á veg í rættarskipanini. Les meiri um málið í Sosialinum, sum kemur út í kvøld.
Ymiskt er hvat meistaraliðini í teimum ymisku UEFA-londunum gera burturúr meistaraskapinum tey hava vunnið. Heima í Føroyum hevur B36 hópurin gjørt ein tónleikavideo, sum er sera stuttligur, og væl upptikin [...] Høvuðsvenjarin hjá Zenit, André Villas-Boas sæst, sum herleiðarin í miðjuni við kortinum, og so síggjast spælararnir hjá Zenit rundanum hann í offisersbúnum. Ein talskvinna hjá Nike sigur við tíðindarásina [...] heiðra stoltu søguna hjá Sankta Pætursborg býi. Hetta er fyrstu ferð í trý ár, at Zenit Sankta Pætursborg vinnur russiska meistaraheitið í fótbólti.
arbeiðsvika er skotin í gongd. Barst tær undan at vitja in.fo í gjár? So er eitt stutt yvirlit yvir mest lisnu greinarnar her. Ein gloymd grýta á ovninum var orsøkin til, at eldur kom í eini hús í Havn leygarmorgunin [...] partur av upplivingini, ferðafólk fáa av Føroyum. Berit Hovsgarð er ein av fáu kvinnunum, sum hevur lært til maskinmeistara. Hon arbeiðir nú á SEV-verkinum í Vági. NSÍ styrkir seg við einum leikara, sum fyri [...] Liverpool. Hóast Annika Olsen á tíðindafundinum ikki vildi siga, hvussu hon fer at atkvøða í málinum um broytingar í hjúnarbandslógini, so segði hon, meðan hon var uttanflokkatingtingkvinna, at hon fór at