Blái Krossur skipaði fyri nøkrum vikum síðan fyri landsinnsavning til frama fyri virksemi hjá felagsskapinum, har sjálvboðin gingið hús úr húsi og savnaði pening inn við bússum.
Tað eydnaðist bara heilt væl, tí í kvøld boðar felagsskapurin frá, at føroyingar vóru gávumildir og lótu heili 630.000 krónur til virksemið hjá felagsskapinum.
- Blái Krossur takkar hjartaliga øllum teimum, ið stuðlaðu landsinnsavnanini. Vit takka eisini hjartaliga øllum teimum næstan 400 bússuberarunum kring landið, skrivar felagsskapurin á síni heimasíðu.
Peningurin fer til tvær ymiskar verkætlanir.
Fyrra er ætlað føroyskum børnum og hevur fingið heitið: ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Talan er um eina fyribyrgjandi verkætlan, har børn og ung í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, verða bjóðað at koma í bólk saman við øðrum í líknandi støðu.
- Hin verkætlanin hevur heitið ”Hjálp til børn og ung í Grønlandi”. Hetta er ein verkætlan at hjálpa børnum, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum. Samstarvað verður við Bláa Kross í Grønlandi og Bláa Kross í Danmark um verkætlanina, skrivar Blái Krossur á heimasíðuni.