Ríkispolitiið beindi løgregluna á slóðina

Tað var ein kanning hjá danska ríkispolitinum, sum førdi til, at maðurin nú skal møta í rættinum. Í oktobur 2014 gjørdi ríkispolitiið eitt átak móti barnapornografiskum tilfari í Danmark.

 

Sum part av hesum átakinum hevði løgreglan eftirlit við ymiskum fíldeilingstænastum. Á eini teirri sá løgreglan, at ein føroysk IP-adressa var virkin og gjørdi barnapornografiskt tilfar tøkt hjá øðrum at taka niður á sína teldu. Ríkispolitiið boðaði tí løgregluni í Føroyum frá.

- 10. novembur bóðu vit Føroya rætt um rætt at kanna, hvør átti IP-adressuna, og hesum eftirlíkaði rætturin. 27. novembur vóru vit aftur í rættinum og bóðu um loyvi at gera eina húsarannsókn heima hjá manninum. Eisini hendan umbønin varð eftirlíkað, greiðir Linda Margrethe Hesselberg, ákæri frá.

 

Heima hjá manninum legði løgreglan hald á yvir 14.500 filmar og 6.400 myndir av barnapornografiskum tilfari.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, váttar eisini fyri Sosialinum, at onkur onnur mál um barnapornografiskt tilfar eru á veg í rættarskipanini.

 

Les meiri um málið í Sosialinum, sum kemur út í kvøld.