Ymiskt er hvat meistaraliðini í teimum ymisku UEFA-londunum gera burturúr meistaraskapinum tey hava vunnið. Heima í Føroyum hevur B36 hópurin gjørt ein tónleikavideo, sum er sera stuttligur, og væl upptikin, men sangurin boðar ikki frá somu dygdum, sum B36-arnir vísa á vøllinum.
Zenit Sankta Pætursborg, sum hevur vunnið tað russiska meistaraheitið í ár feirar sín sigur á ein heilt serligan hátt.
Troyggjusponsorurin hjá Zenit, kenda fyritøkan Nike kom við hugskotinum, at spælararnir hjá Zenit skuldu endurskapa ein kendan russiskan málning, sum er frá byrjanini av 19. øld. Høvuðsvenjarin hjá Zenit, André Villas-Boas sæst, sum herleiðarin í miðjuni við kortinum, og so síggjast spælararnir hjá Zenit rundanum hann í offisersbúnum.
Ein talskvinna hjá Nike sigur við tíðindarásina CNN, at ætlanin við serligu myndini er at endurskapa tíðina, tá Sankta Pætursborg varð høvuðsstaður í Russlandi. Ætlanin við myndini er at sýna, at Zenit Sankta Pætursborg hevur endurvunnið russisku fótbóltstrúnuna. Ætlanin við myndini er eisini at heiðra stoltu søguna hjá Sankta Pætursborg býi.
Hetta er fyrstu ferð í trý ár, at Zenit Sankta Pætursborg vinnur russiska meistaraheitið í fótbólti.









