Lutfalsliga fleiri menn søkja um stuðul

Hóast Granskingarráðið í ár fekk færri umsóknir um stuðul, so er kynsbýtið javnari í ár enn nakrantíð fyrr. 26 umsóknir komu inn í ár, frá 13 kvinnum og 13 monnum. Í fjør søktu 44 fólk, men tá vóru lutfalsliga nógv fleiri kvinnur enn mann, ið søktu. Í 2014 komu 48 umsóknir, frá 34 kvinnum og 14 monnum.

- Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar eru, til at umsóknartalið er lækkað. Tað kann hugsast, at nógvu játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum seinastu tvey árini hava mettað tørvin á heilsuøkinum nakað. Ein onnur orsøk kann vera, at kappingin hevur verið so hørð, at hugurin at royna seg í ár er minkaður.

Ein góður triðingur av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir. 

Umsóknir eru bæði frá granskarum í Føroyum og uttanlands. Hendan myndin er á leið tann sama sum undanfarin ár.

Granskingargrunnurin hevur góðar 6 milliónir kr. tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum. Søkt verður um tilsamans knappar 22 milliónir krónur.