Eitt av heimsins størstu seismikkskipum liggur á Skálafjørðinum

Hósdagin kom eitt av heimsins størstu seismikkskipum, Polar Empress, á Skálafjørðin, og har verður tað liggjandi tær næstu vikurnar. Orsøkin er, at spildurnýggja skipið hevur onga uppgávu í løtuni.

Hósdagin kom eitt av heimsins størstu seismikkskipum, Polar Empress, á Skálafjørðin, og har verður tað liggjandi tær næstu vikurnar. Orsøkin er, at spildurnýggja skipið hevur onga uppgávu í løtuni.

 

Polar Empress er skrásett í Bergen, og varð latin eigarunum so seint sum í mai í ár. Síðani tá hevur skipið verið í Barentshavinum og eysturi við Novaja Zemlja. Men støðan í oljuvinnuni er óviss, og tí liggur skipið, sum kostaði 700 mió. norskar krónur at byggja, á Skálafjørðinum og bíðar eftir  uppgávum.

 

Óvist er, hvussu leingið skipið verður í Føroyum, men helst verður tað onkrastaðni millum 14 dagar og ein mánað, sigur Pól Eli Hansen, úr Æðuvík, sum er yvirstýrimaður umborð.

 

Umframt at vera eitt av heimsins størstu seismikkskipum, er Polar Empress eisini eitt av best útgjørdu skipum av sínum slag. Skipið er góðar hundrað metrar langt, hevur eina maskinorku á 25.000 hestar og kann sleipa 22 káplar.

 

Tá skipið er í vinnu liggur manningartalið millum 50 og 60, men nú tað liggur fyri teym eru færri við.

 

Meðan skipið liggur á Skálafjørðinum verða smærri umvælingar gjørdar umborð.