2015 gjørdist eitt framúr gott ár hjá ferðavinnuni. Seinastu hagtølini frá Hagstovu Føroya vísa nevniliga, at tað vóru 19.000 fleiri gistingar enn árið frammanundan, ið er ein vøkstur á góð 13 prosent. Í alt vóru 158.000 gistingar í ferðavinnuni í 2015.
Vøksturin í gistingum merkir tó ikki, at tað eru útlendingar, ið koma til Føroya. Størsti vøksturin er nevniliga frá fólki búsitandi í Føroyum, ið eru heili 8.500 fleiri gistingar.
Harnæst var Danmark við 3.700 gistingum, Bretland við 2.000 gistingum, Norðuramerika við 1.800 gistingum og Ísland við 1.7000 gistingum.
Hagstova Føroya upplýsir, at ein ein gisting verður tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping og ból og bita.
Um bara verður hugt eftir persónum, hómast eisini ein fitt framgongd. 9.700 fleiri persónar gistu í 2015, 62.700 fólk, enn 2014, 53.000 fólk, ið er ein vøkstur á 18 prosent.










