So er mánamorgun og ein nýggj arbeiðsvika er skotin í gongd. Barst tær undan at vitja in.fo í gjár? So er eitt stutt yvirlit yvir mest lisnu greinarnar her.
Ein gloymd grýta á ovninum var orsøkin til, at eldur kom í eini hús í Havn leygarmorgunin.
Fyrrverandi stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, heldur lítið um, at føroyska flogfelagið umhugsar at gevast við servering umborð. Hann heldur, at matpakkin umborð er ein týdningarmikil partur av upplivingini, ferðafólk fáa av Føroyum.
Berit Hovsgarð er ein av fáu kvinnunum, sum hevur lært til maskinmeistara. Hon arbeiðir nú á SEV-verkinum í Vági.
NSÍ styrkir seg við einum leikara, sum fyri fimm árum síðani spældi við enska stórfelagnum Liverpool.
Hóast Annika Olsen á tíðindafundinum ikki vildi siga, hvussu hon fer at atkvøða í málinum um broytingar í hjúnarbandslógini, so segði hon, meðan hon var uttanflokkatingtingkvinna, at hon fór at atkvøða fyri uppskotinum. Nú er so møguligt, at tað verður ein atkvøða úr Fólkaflokkinum, sum annars er ímóti broytingunum, sum tryggjar, at uppskotið verður samtykt.