Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og hini londini, at tey ungu eru nógv meira vinnuliga virkin her enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni, skrivar Hagstovan í dag.
Bæði í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin millum tey ungu longu um 20-ára aldur uppi á 80 til 90 prosent, samanborið við 70 til 75 prosent í Danmark og um 60 prosent í ES-londunum sum heild.
Enn størri er munurin hjá teimum eldru, og tá tað snýr seg um tey elstu, 65 til 74 ára gomul, eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika um 75 prosent bæði hjá monnum og kvinnum, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni – heilt niðri á 10 til 15 prosent í ES-londunum sum heild.
Somuleiðis skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr, til dømis í aldrinum 35 til 44 ár, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er stívliga 95 prosent, samanborið við 80 til 85 prosent bæði í Íslandi, Danmark og ES-londunum sum heild.











