Strategiin er at framleiða til matna

- Tí verður surimivirki nú bygt á Tvøroyri, har eini 50 fólk fara at arbeiða, sigur Varðin í Gøtu.

- Síðan 2011 hava vit havt í okkara strategi at framleiða uppsjóvarfiskin til matna, tó at allur makrelur og størsti parturin av sildini og lodnuni altíð er landaður til matna.

 

Tað sigur Varðin í Gøtu, nú felagið hevur almannakunngjørt gongdina í farna ári.

 

- Síðan virkið varð bygt á Tvøroyri - Varðin Pelagic - er fiskurin framleiddur í Føroyum. Men, eftir er svartkjafturin, sum higartil fyri tað mesta er farin til framleiðslu av mjøli og lýsi. Vit arbeiða fram ímóti at broyta hetta.

 

Lagt verður aftrat, at royndir vórðu gjørdar at framleiða svartkjaft til matna í 2015, og eydnaðust hesar væl. 12.0000 tons av svartkjafti vórðu framleidd til matna og  2410 tons til minkafóður.

 

Beint fyri jól í fjør kunngjørdi Varðin, at ætlanin var at gera eina íløgu á Tvøroyri á umleið 70 miljónir krónur í eitt nýtt svartkjaftavirki, sum skal framleiða surimi.

 

- Virkið verður væntandi klárt at taka ímóti fiski í endanum av hesum árinum, og væntandi fara eini 50 fólk at starvast á nýggja virkinum á Tvøroyri, sigur felagið.