skipanina. Vit hava góðar vónir um, at hetta vinnur frama, tí politikararnir eiga at verða áhugaðir í, at skipanin er góð. Tað ber í øllum førum ikki til at halda fram at býta tímarnar út eftir verandi frymli [...] næstum undir at fáa skipanina broytta soleiðis, at hvør skúli ger upp hvønn tímatørv tey hava og søkir hareftir. Ikki sum nú, har skúlarnir fáa eitt tímatal og út frá tí royna at fáa kabalina at ganga upp [...] vit hava, og haðani hava vit fingið at vita, at tey eisini eru áhugað í, at skipanin verður broytt, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. At tímabýtið framvegis verður ásett eftir
mær at fara við til Danmakar at samráðast. Tí Ole Stavad hevur longu givið tilsøgn um, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið ? enntá við danskari hjálp. Men verður nakað ivamál, hava vit avtalað at tosa [...] stovnin. Tí tað er ikki bert sum at siga tað at stápa eitt Skipaeftirlit upp á beinini. Av somu orsøk roknar Jørgen Niclassen eisini við, at Skipaeftirlitið í fyrstu syftu fer at koyra eftir donsku reglunum [...] ivast í, um slakað fer at verða í minstukrøvunum. Men Jørgen Niclassen vissar um, at trygdin fer at verða sett í hásæti við einum føroyskum skipaeftirliti. ? Krøvini fara tó helst at verða lagað eitt sindur
burturvið, at landið leggur eitt punktgjald á nakrar el-lutir, tí tað dýrkar so nógv um hesar vørur. Eitt dømi er, at lágorkuperur eru ógvuliga dýrar í Føroyum. Ein lágorkupera er dýrari at keypa til landið [...] sigur, at lágorkuperur vegna punktgjaldið eru ógvuliga dýrar í Føroyum, og tí tíma føroyingar ikki at nýta hesar perur, hóast tær nýta nógv minni streym enn vanligar perur. ? Kanningin vísti, at bara 10-15% [...] Kristianna Rein, sum leggur afturat, at orsøkin er punktgjaldið, ið ger lágorkuperur so dýrar. Í Danmark er stórt átak sett í verk, ið skal fáa danir at spara streym við at nýta lágorkuperur. Hetta ber ikki
um; at ongin er á brúnni og at hvør ger sum honum lystir. Er nú rættiliga farið at mala fyri løgmanni ? Í gjár helt eg meg hoyra og síggja yvir meg tá ið sagt og skrivað varð, at løgmaður krevur, at lø [...] ímóti november. Eg nokti at trúgva, at nakar annar føroyingur enn Føroya Løgmaður meinar í álvara at løgtingsformaðurin skal flyta viðgerðina av okkara fíggjarlóg soleiðis at hon liggur aftan fyri fjalltíðina [...] fyriskrivar, at landstýrið skal leggja løgtingsfíggjarlógina fyri løgtingið áðrenn fyrsta oktober. Meiningin við hesi áseting er, at hetta er síðsta freist hjá løgmanni at syrgja fyri, at hon er løgtinginum
undantakið Annita á Fríðriksmørk. Við at vísa á, at tíðin var komin til at strika skattalættan til fiskimenn, gav hon øllum tingmonnum eitt so óvæntað slag undir beltið, at fleiri teirra fullu í løtuóvit (fingu [...] fjør og vísti á, at allir løntakarar í samfelagnum skuldu havt rætt til sama skattafrádrátt sum fiskimenn fáa, og at munurin millum fiskimenninar og aðrar løntakarar eigur, sum frá líður, at verði javnaður [...] Sannleikin tá var júst tann sami sum í dag, at ongin politikari og ei heldur politiskur flokkur torir at verða erligur í hesum málið, tí vandi er jú fyri at nakrar atkvøður rúka. Ongin regla uttan undantak
Hann helt sjálvur, at tað var kanska at taka í so rívan til at siga soleiðis, men tað var ikki at fara skeivur av. KÍ formaðurin, Gestur Hovgaard og KÍ harmast um, at tað nú er greitt, at Kurt Mørkøre flytir [...] ikki. Vit hava ta fatan, at fleiri eru áhugaðir í at koma henda vegin, og vit ætla at gera so skjótt av, sum tað ber til, sigur KÍ formaðurin. Torført Í síðstu viku skrivaðu vit, at Kurt skuldi gera upp við [...] flytir aftur til Noregs at búgva. ? Og øll, sum eg havi tosað við, og sum eru áhugað í fótbólti, harmast um, at Kurt nú hevur tikið avgerðina at flyta. Tað er heldur ikki so undarligt, tí Kurt hevur gjørt
skilligt, at tað til tíðir ikki er so hugaligt at venja. - Men vit hava roynt at vant eftir besta førimuni, og so er bert at vóna tað besta til kappingina, sigur Inga og leggur aftur at, at tað er stórur [...] spennandi at sleppa út um Føroyar at rógva, so vit gleða okkum sjálvandi til at fara. Men av tí, at vit vita so lítið um kappingina, so ber ikki til at siga, hvat vit vænta okkum, sigur Inga Torkilshøj at enda [...] Róðrarsambandinum verður sagt, at tað verður mett at vera sera passaligt, at kappingin liggur í septembur og ikki í mei, sum eitt nú Scilly kappingin ger. Tí tað verður hildið, at júst Scilly kappingin kann
leggja av at roykja, gjalda fyri seg. Tann seinna er, at tað vísir seg, at besti mátin at hjálpa fólki úr roykinum er við at gera tað trengri og trengri hjá teimum. Harafturat eigur roykibann at vera ásett [...] segði hann, at roykjarar gjalda so nógv í tolli og øðrum av-gjøldum, at tey eru við til at halda samfelagnum uppi fíggjarliga, men, helt hann fram, veruleikin er, at gjøldini røkka ikki til at fremja árligu [...] støð. Eisini eigur at verða skipað fyri tilboðum til roykjarar um hjálp at sleppa av við tubbakstrongdina. Men tað týdningarmesta er kortini at fara álvarsliga til verka at fyribyrgja, at roykjarar leggjast
loyvt mær at tala at. Og sum eg framhaldandi ætli mær at tala at. Nevniliga, at persónar kunnu við-gerast í fjølmiðlunum og leggjast undir slatur og sleyg, uttan at hava nakran møguleika at verja seg. [...] møguleikar at kanna, hvør veruleikin er. Harvið gongur hann undan í tí, sum eg havi valt at mótmæla ímóti. At persónar kunnu leggjast undir slatur og sleyg í fjølmiðlunum, uttan at hava nakran møguleika at verja [...] bendir á, at ert tú politikari, so skalt tú ikki rokna við, at tú hevur nøkur vanlig rættindi ella talufrælsi, eins og ein og hvør annar borgari. Hetta bendir á, at tú ikki skalt fyrireika teg uppá at grundgeva
eisini at síggja, at hesir lítlu skapningarnir vóru børn, hóast teir sóu so vesaligir út. Allir mínir dreymar um at blíva mamma fóru kanska ikki at verða veruleiki ? og kanska fóru dreingirnir at verða [...] skjótt. Alt hetta gjørdi, at tað var ringt hjá mær at knýta meg til dreingirnar. Men sjúkrasystrarnar dugdu sera væl at síggja, hvat vit høvdu brúk fyri. Tær lærdu okkum at njóta ein dag í senn saman við [...] gera, var at taka okkum av dreingjunum, biðja til Gud, eta og sova. Viðhvørt helt eg, at eg fór ongantíð at verða glað aftur. Men tað stóra arbeiðið, sum starvsfólkið á sjúkrahúsinum legði í fyri at fáa okkum