Edmund Joensen
Nógv er broytt síðan Jákup Frederik Øregård sáli frá formannsstólinum segði okkara landstýrismanning frá, at teir vóru uppsitarar hjá løgtinginum. Løgmaður og landstýrismenn fingu greitt at vita hvar skápið skuldi standa. Eingin yvir og ongin við síðuna av Løgtinginum.
Hóast vit hava fingið nýggja stýrisskipan, sum á ávísum økjum gevur løgmanni meiri vald, so er tað sama galdandi, at løgmaður og landstýrismenn eru uppisitarar hjá løgtinginum og ikki øvugt.
Tað tikist sum løgmaður og landsstýrismenn hava gloymt at so er. Landstýrismennirnir kalla seg nú "ráðharrar" sjálvt um Stýriskipan og Tingskipan siga greitt, at í Føroyum hava vit løgmann og landstýrismenn.
Varaløgmannsheitið er eisini innført sum standandi sjálvstøðugt heiti. Áður hevði varaløgmaður ongan áhuga uttan tá løgmaður ikki var í landinum ella hevði forfall. Hví hava okkara egnu rótføroysku heitir og siðvenjur í landsumsitingini mist allan týdning? mugu vit spyrja.
Er hetta aftur eitt tekin um; at ongin er á brúnni og at hvør ger sum honum lystir.
Er nú rættiliga farið at mala fyri løgmanni ?
Í gjár helt eg meg hoyra og síggja yvir meg tá ið sagt og skrivað varð, at løgmaður krevur, at løgtingsformaðurin flytur fíggjarlógarviðgerðina so hon ikki órógvar fjallgonguna og flettingina.
Sambært løgmanni liggur fjallgonga og tað at draga vil á Viðareiði á einum hægri mentunarstøði enn at vera á løgtingi og passa sítt arbeiði, meðan størsta og týdningarmesta málið fyri føroyska samfelagið er til fyrstu viðgerð - sjálv løgtingsfíggjarlógin, sum stýrir øllum samfelagnum.
Tað er nógv fyri at hoyra frá Føroya Løgmanni, at okkara aldargamla ting, sum sambært nýútkomnu søgu løgtingsins er besta boð uppá elsta ting í Evropa, liggur so niðaliga í føroyskari mentunarøð.
Nú á døgum varar fjalltíðin frá umleið mikkjalsmessu til einafer út ímóti november. Eg nokti at trúgva, at nakar annar føroyingur enn Føroya Løgmaður meinar í álvara at løgtingsformaðurin skal flyta viðgerðina av okkara fíggjarlóg soleiðis at hon liggur aftan fyri fjalltíðina.
Stýriskipanarlógin fyriskrivar, at landstýrið skal leggja løgtingsfíggjarlógina fyri løgtingið áðrenn fyrsta oktober. Meiningin við hesi áseting er, at hetta er síðsta freist hjá løgmanni at syrgja fyri, at hon er løgtinginum í hendi.
Onki forðar løgmanni at koma við fíggjarlógini, áðrenn fjalltíðin byrjar. Men fíggjarlógin kemur ikki fyrr enn í síðstu løtu og tá skal hon sjálvandi til viðgerðar sum skjótast. Løgmaður má vita, at siðvenja er at viðgerðin ikki byrjar fyrr enn nakrar dagar eftir at hon er framløgd. Løgtingsmenn skulu hava nakrar dagar til at seta seg inn í málið.
Lógin skal skjótast gjørligt í nevnd, soleiðis at tann stóra viðgerðin, sum fara skal fram í fíggjarnevndini, og eftir núverandi skipan eisini skal fara fram í øllum nevndunum, kann fremjast í álvara.
Eitt er at fíggjarlógin kemur til tingið i allar seinastu løtu. Annað og verri er, at tað ikki sær út til at vera eitt liðugt uppskot, frá einum samdum landstýri, sum løgtingið hevur fingi til viðgerðar. So tað verður neyvan nøkur løtt uppgáva at viðgera og samtykkja fíggjarlógina. Eftir fyrstu viðgerð fekk ein ta fatan, at ein mestsum nýggj løgtingsfíggjarlóg skal gerast í fíggjarnevndin. Orð sum kladda vóru søgd um uppskotið frá landsstýrinum.
Annars mugu vit vóna, at arbeiðið við fíggjarlógini verður meira seriøst í ár enn tað var í fjør, tá ið samanum kemur.
Seinasta ár var løgtingsfíggjarlógin fyri fyrstu ferð í søguni endaliga samtykt av einum minniluta av samlaða løgtinginum, 15 fyri, 13 ímóti og 1 blonk . Hetta var onki at verað stoltur av. Hetta er vanærulig skomm fyri Føroya Løgting.
Seriøsiteturin má verið á einum hægri støði, so samlaða løgtingi kann atkvøða fyri endaliga uppskotinum við 3. viðgerð, sum gjørt verður í øðrum londum við fólkræðið.
Spell at løgmaður, tá hann endiliga kemur á banan við egnum hugskotum, ikki hevur størri hugflog og ikke er meira seriøsur enn hann var hesaferð.
Sjálvt um vit hava fingið nýggja stýriskipan, so eru orðini hjá okkara gomlu politikkarum galdandi enn og eiga at verða tikin í tí álvara tey vóru søgd. Ongin yvir og ongin við síðuna av løgtinginum.