Russiskir myndugleikar siga í morgun, at 376 ukrainskar dronur eru skotnar niður kring um í Russlandi í nátt.
Tað er verjumálaráðið í Moskva, sum er kelda til tíðindini, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.
Dronurnar skulu vera skotnar niður í einari røð av russiskum fylkjum, harav fleiri hava mark til Ukraina.
Men, dronur eru eisini skotnar niður kring eitt nú Moskva, St. Pætursborg og Leningrad, sum liggja við Finsku Víkina.
St. Pætursborg er í løtuni vertur fyri stórari altjóða búskaparráðstevnu, og eitt nú hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, luttikið á ráðstevnuni.











