Í fleiri ár hevur eitt áhugafelag hjá el-innleggjarum roynt at fingið landsins myndugleikar at avtaka nøkur punktgjøld, ið eru á fleiri el-lutum.
Hetta punktgjaldið verður lagt á el-lutir so sum perur, lampur, køliskáp og annað tílíkt. Gjaldið er ímillum 30 og 40 prosent.
Teir halda tað vera burturvið, at landið leggur eitt punktgjald á nakrar el-lutir, tí tað dýrkar so nógv um hesar vørur.
Eitt dømi er, at lágorkuperur eru ógvuliga dýrar í Føroyum. Ein lágorkupera er dýrari at keypa til landið enn ein vanlig pera. Tá so eitt punktgjald verður lagt omaná, økir tað enn meira um munin á prísinum á eini vanligari peru og eini lágorkuperu.
Eingin orkusparing
Kristianna Rein er orkuráðgevi hjá SEV. Hon gjørdi fyri tveimum árum síðani eina kanning av orkunýtslu í føroyskum húsarhaldum.
Hon sigur, at lágorkuperur vegna punktgjaldið eru ógvuliga dýrar í Føroyum, og tí tíma føroyingar ikki at nýta hesar perur, hóast tær nýta nógv minni streym enn vanligar perur.
? Kanningin vísti, at bara 10-15% av føroyskum húsarhaldum hava eina ella tvær lágorkuperur í øllum húsinum, sigur Kristianna Rein, sum leggur afturat, at orsøkin er punktgjaldið, ið ger lágorkuperur so dýrar.
Í Danmark er stórt átak sett í verk, ið skal fáa danir at spara streym við at nýta lágorkuperur. Hetta ber ikki til í Føroyum vegna punktgjaldið. Tað er eingin sparing at keypa lágorkuperur, tá tær eru so dýrar, at tær oftast kosta upp ímóti 100 krónum, meðan vanligar perur kosta 40 krónur ella minni.
Kristianna sigur, at ein lágorkupera nýtir fimm ferðir so lítið av streymi sum ein vanlig pera. Ein vanlig gløðipera kann lýsa í 1.000 tímar, men ein lágorkupera lýsir í 8-10.000 tímar.
Eisini skalt tú keypa átta vanligar perur, hvørja ferð tú keypir eina lágorkuperu.
Vánaligar vørur
Rasmus Magnussen, ið er formaður í áhugafelagnum hjá el-innleggjarum vísir á, at einki høpi er í hesum punktgjøldum.
? Orsakað av hesum punktgjøldum noyðast vit at selja lágorkuperur og aðrar dygdarvørur fyri okursprís. Hetta ger, at fólk ístaðin keypa vánaligar vørur, ið eru nógv bíligari, men ið ikki lúka ymisk krøv, ið verða setta í øðrum londum, sigur Rasmus Magnussen, ið sjálvur er el-innleggjari og líður undir hesum punktgjøldum.
Ígjøgnum Føroya Arbeiðsgevarafelag og handverksmeistarafelagið hava teir gjørt fleiri royndir at mýkja landsins myndugleikar, men hetta hevur verið sum at sletta vatn á gás, siga teir. Hesi viðurskifti vórðu tikin upp á fyrsta sinni í 1982, men seinastu fýra árini hava el-innleggjarar veruliga sett sær fyri at fáa myndugleikarnar at avtaka punktgjøldini.
Seinastu árini hava teir vent sær til fleiri almennar stovnar viðvíkjandi hesum punktgjaldinum. Teir hava mælt til at avtaka øll punktgjøldini og í øðrum lagi mælt til at avtaka tey fyri perur og lampur.
Teir vísa á, at tað fyrst og fremst er brúkarin, ið má bløða av hesum.
Broyting er á veg
Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum sigur, at hann hevur gjørt eitt uppskot, ið mælir til at avtaka nøkur av punktgjøldunum á perum, lampum, hvítvørum og øðrum.
Hetta uppskotið skal leggjast fyri samgonguna og síðani fyri Løgtingið. Brúkarin kann sostatt gleða seg, um hetta uppskotið verður samtykt, tí tað fer at hava við sær lægri prísir á millum øðrum lágorkuperum.
Karsten Hansen tekur undir við, at eitt nú lágorkuperur eiga at vera bíligari enn tær eru í løtuni. Tí heldur hann tað vera uppá sítt pláss at avtaka hetta punktgjaldið.
Hann fer at leggja hetta uppskotið fyri samgonguna í næstum. Tað tykist tí, sum at el-innleggjararnir hava fingið úrslit av teirra drúgva arbeiði.
Karsten Hansen vísir á, at hetta punktgjaldið er upprunaliga álagt fyri at fáa inntøkur til landskassan, men nú tollinnkrevjingin skal automatiserast, er tað ein fyrimunur, at punktgjøldini ikki eru so nógv í tali.
Fíggjarmálastýrið hevur fyrr noktað fyri at avtaka hesi punktgjøld, men nú er vent í holuni, og eitt uppskot um hetta verður eftir øllum at døma lagt fyri tingið.










