Økistónar: Eitt royndarár og 200 konsertir

Royndarárið er av og Økistónar gerst nú varðandi skipan.

 

Hesum boðar Føroya Tónleikarafelag frá.

 

Økistónar hevur nú havt eitt sera væleyðnað royndarár og úrslitið hevur verið áleið 200 konsertir, kring alt landið, árið runt.

 

-Tí fegnast vit nú um, at heilar 22 kommunur velja at gerast partur av Økistónum og meta, at hetta eru stór tíðindi fyri føroya fólk, skrivar felagið.

 

Økistónar fer nú av bakkastokki

 

Royndarárið hevur verið sera væleyðnað, og vit fegnast um, at land og kommunur hava valt at savna seg um hesa skipan, sigur Tónleikasamband Føroya.

 

Í verandi løtu eru 22 kommunur, ið ynskja at vera partur av Økistónum. Tær eru: Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Eystur kommuna, Vága kommuna, Sunda Kommuna, Tvøroyra kommuna, Fuglafjørður, Nes kommuna, Vágs kommunu, Vestmanna kommuna, Sjóvar kommuna, Sørvágs kommuna, Eiðis Kommuna, Sands kommuna, Skopunar kommuna, Viðareiðis kommuna, Hvannasund, Kvívíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skálavíkar kommuna.

 

Økistónar er ein skipan, sum skal bøta um livilíkindi hjá føroyskum spælistøðum og tryggja støðugt og økismennandi virksemi kring landið. Skipanin hevur í 2025 sanniliga prógva sítt virðið við áleið 200 konsertum og hevur gjørt tað møguligt hjá føroyingum kring alt landið, at uppliva tónleik av øllum slag.

 

Skipanin er fíggjað á tann hátt, at luttakandi kommunur gjalda 1kr per borgara, per mánaða. Landið betalur somuleiðis 1kr per borgara, per mánaða. Við teimum 22 luttakandi kommununum, gerst hetta áleið 1.272.000 kr árliga. Hvør luttakandi kommuna er tryggjað í minstalagi somu upphædd aftur til árligt virksemi í sínari kommunu, men kann vænta at fáa upp til tað dupulta, við landsins parti. Føroyskar kommunur hava sostatt møguleika at gera vatn til vín.

 

Tey, sum sita í Økistóna úrvalsnevndini eru vald av Tónleikasambandið Føroya og limafeløgum teirra, umframt eitt umboð frá Kommunufelagnum og eitt umboð frá Tónleikasambandi Føroya.

 

Fyrrapartin í dag fer Føroya Tónleikarafelag at hátíðarhalda, at Økistónar nú fer av bakkastokki, og verður ein stutt hugnaløta á Hotel Hilton kl.11.30. Tónleikasamband Føroya hittir her borgarstjórar í Føroyum og Herborg Torkilsdóttir framførir nakrar sangir.