Tað staðfestir Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Jacobi Vestergaard, tingmanni fyri Fólkaflokkin, sum setti henni soljóðandi spurning:
– Tá kommunuvalið í Runavíkar kommunu er ógildað, og avgerð er tikin um at hava umval, hvørjar heimildir hevur so sitandi býráð?
Lesið eisini:Vil vita hvørjar heimildir Runavíkar býráð hevur
Svarið hjá landsstýriskvinnuni er soljóðandi:
– Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur (kommunuvallógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 22. september 2020 er ásett í § 26, stk. 2.:
“So skjótt sum teir gomlu limirnir eru fráfarnir, tekur nýggja bygda(r)ráðið/býráðið við. Um so verður, at valið seinri verður lýst ógilt eftir avgerð av hægri myndugleika – Føroya landsstýri – skal nývalda bygda(r)ráðið/býráðið halda fram, inntil umval hevur verið, og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin.”
– Sostatt hevur sitandi býráð í Runavíkar kommunu heimildir sum vanligt, inntil umval hevur verið, og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð er tikin, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.










