KÍ VENJARIN
Klaksvíkin og felagið syrgja. Hann helt sjálvur, at tað var kanska at taka í so rívan til at siga soleiðis, men tað var ikki at fara skeivur av. KÍ formaðurin, Gestur Hovgaard og KÍ harmast um, at tað nú er greitt, at Kurt Mørkøre flytir aftur til Noregs at búgva.
? Og øll, sum eg havi tosað við, og sum eru áhugað í fótbólti, harmast um, at Kurt nú hevur tikið avgerðina at flyta. Tað er heldur ikki so undarligt, tí Kurt hevur gjørt eitt megnararbeiði, síðani hann kom higar. Hann hevur givið spælarunum trúgv uppá, at tað ber til, og hann hevur megnað at skrúvað eitt gott og breitt lið saman, staðfestir KÍ formaðurin, sum samstundis ynskir Kurt Mørkøre alt tað besta í Noregi.
Nær verður tað greitt, hvør skal venja KÍ komandi ár?
? Vit hava bíðað eftir Kurt, og nú hevur hann tikið støðu. Vit eru longu farnir undir arbeiðið at fáa nýggjan venjara. Eg vóni, at tað arbeiðið verður liðugt um einar tvær vikur. Nýggi venjarin skal helst vera við til at fyrireika nýggja kappingarárið, so tað leypur eingin tíð av.
Eru tit í tíðarneyð?
? Tað haldi eg ikki. Vit hava ta fatan, at fleiri eru áhugaðir í at koma henda vegin, og vit ætla at gera so skjótt av, sum tað ber til, sigur KÍ formaðurin.
Torført
Í síðstu viku skrivaðu vit, at Kurt skuldi gera upp við seg sjálvan, um hann fór at halda fram ella ikki. Eftir stórsigurin ímóti GÍ boðaði Kurt Mørkøre frá avgerðini, sum hann hevði tikið, og hon var, at hann eftir eitt ára venjaraarbeiði í barndómsfelagnum fer at flyta aftur til Noregs.
- Tað sigur seg sjálvt, at talan var um eina torføra avgerð. Ikki minst nú tað hevur gingist so væl hjá okkum í seinastuni. Men nú er avgerðin tikin, og tá teir báðir seinastu landskappingardystirnir eru farnir aftur um bak, fari eg aftur til Noregs, segði Kurt Mørkøre, tá vit mánamorgunin hittu hann á máli.
Tung hugburðsbroyting
Stigatalvan sigur sína greiðu søgu um, at tað hevur gingist væl hjá KÍ seinastu nógvu umførini. Eftir eina sera soltna byrjan, har liðið millum annað ikki megnaði at koma víðari úr bólkaspælinum steypakappingini, og har fýra teir fyrstu dystirnir í landskappingini bert góvu trý stig, hevur tað bara gingið ein veg. Somikið væl hevur gingist, at KÍ ikki hevur tapt á føroyskari grund síðani í fjórða umfarinum í landskappingini.
Sum vera man, so er Kurt fegin um, at tað hevur eydnast at vent tungu gongdini, sum felagið hevur verið í seinastu árini.
- Sum tú sigur, so var byrjanin alt annað enn góð, men sjálvur haldi eg, at fyrstu dystirnir vórðu brúktir til at fáa leivdirnar frá vánaligu árunum burtur. Spælararnir skuldu fáa rætta hugburðin, og tað tekur tíð at fáa sovorðið upp á pláss. Tað skuldi bara vera so, at tað tók nakrar dystir, áðrenn hetta varð rættað, men síðani hevur tað gingið sera væl, og tað eri eg fegin um.
Men tá tit nú bara eru tvey stig frá oddasessinum, eru tað so ikki ein ella tveir dystir, sum tú nú kanst peika á og siga, at har og har mistu vit gullmerkini?
- Nei, soleiðis haldi eg ikki, at tú kanst venda tí. Sjálvandi eru tað dystir, har vit iðra okkum um, at tað ikki gekk betri, men hinvegin hava vit eisini havt hepnið við okkum onkra aðru ferð, so alt í alt hevur tað helst gingið nøkunlunda upp, heldur venjarin.
Heldur fram
Sum sagt, so fer Kurt til Noregs, nú kappingin endar, men áðrenn vit sleppa honum heilt, verður spurningurin sjálvandi settur, hvørt royndirnar í ár hjá KÍ hava givið honum mót uppá at halda fram sum venjari.
- Heilt avgjørt. Nú er hetta so nýtt, so eg havi als ikki havt samband við nakran yvir í Noreg, men eg ætli mær so at vita, um eg ikki kann fáa onkran møguleika har yvir eisini, sigur Kurt Mørkøre at enda.