Genturnar á Sílinum til Sorø

Hóskvøldið fór gentumanningin á Sílinum, sum vunnu føroyameistaraheitið hjá 5 mannaførum niður til Sorø at luttaka í kappróðri har.

Inga Torkilshøj, sum er bátsformaður á Sílinum sigur, at tær vita millum lítið og onki um kappingina uttan tað, at tær skulu rógva við 6 mannaførum og teinurin er 1.000 metrar.
- Vit vita sum so ikki nógv meira enn tað og so ferðaætlanina hjá okkum.
Hon sigur, at tær ikki hava fingið vant so nógv, tí beint eftir Ólavssøku fóru tvær av manningini niður til Danmarkar at lesa.
- So vit hava roynt at vant sum frægast á rógvimaskinunum inni, og vit hava eisini verið onkran túrin við 6 mannafarinum, men tað loysir seg ikki nakað serliga væl, tá vit allatíðina mugu hava eykafólk við okkum fyri hinar báðar. So tað hevur fyri tað mesta verið á rógvimaskinunum, vit hava vant, greiðir Inga frá.
Hon sigur eisini, at tær ikki hava lagt somu venjing í til hesa kappingina, sum til júst farna kappingarárið.
Tað kemur óivað av, at ein rógvari er vanur við, at tá Òlavssøkan er farin aftur um bak, so hevur man frí. Og tað er so ikki galdandi hjá teimum. Og tá tær heldur ikki eru fullmannaðar til venjing, so er væl skilligt, at tað til tíðir ikki er so hugaligt at venja.
- Men vit hava roynt at vant eftir besta førimuni, og so er bert at vóna tað besta til kappingina, sigur Inga og leggur aftur at, at tað er stórur munur á at rógva við einum 5 mannafari og einum 6 mannafari.
Tær koma at rógva í feskum vatni niðri á Sorø, og tað er stórur munur á, tí bátarnir flóta so nógv tyngri. Av tí sama verður tað eisini tyngri at rógva.

Kappingar uttanlanda
Kappingin verður í Sorø komandi leygardag. Luttakararnir verða úr føroyingafeløgum í Danmark og so verða sviar eisini umboðaðir. Genturnar á Sílinum koma at rógva við einum 6 mannafarið, sum eitur Royndin. Tað er róðrarfelagið Neystið í Ishøj, sum eigur tann bátin. Tey eiga eisini tvey onnur 6 mannafør. Vertir fyri kappingini eru føroyingafelagið á Vestursælandi.
Frá Róðrarsambandinum verður sagt, at tað verður mett at vera sera passaligt, at kappingin liggur í septembur og ikki í mei, sum eitt nú Scilly kappingin ger. Tí tað verður hildið, at júst Scilly kappingin kann órógva ta heimligu kappingina, tí hon liggur so tætt upp at tí heimligu kappingini.
Undanfarin kappingarár hevur verið kappast millum allar bátsmanningarnar, uttan 5 mannafør dreingir, um luttøku á Scilly oyggjunum, meðan vinnandi manningin hjá dreingjunum, so er sloppin niður til Sorø. Og mest vinnandi manningin hjá kvinnum og monnum sloppin niður at umboða Føroyar á Scilly. Men Róðrarsamband Føroya broytti ta kappingina hetta kappingarárið til, at tað bert verður tann eina manningin, sum sleppur niður á Scilly. Og so gjørdu tey av, at kappingin um at umboða Føroyar á Sorø skuldi standa millum 5 mannafør við gentum og dreingjum, meðan Scilly kappingin so stóð millum allar hinar manningarnar.
Hetta er triðja árið, at føroyskar manningar eru við á Sorø. Bæði tey undanfarnu árini hava tað verið dreingirnir á Tjaldrinum, sum hava verið har og roynt seg. Og var tað so gentumanningin á Sílinum, sum vann kappingina um Sorø í ár.
Inga sigur, at tær sjálvandi tosaðu um hetta, tá tað bleiv almannakunngjørt, at tær ikki vóru við í Scilly kappingini.
- Vit vórðu sjálvandi eitt sindur vónbrotnar, tí tað ljóðar sera spennandi at kunna sleppa á Scilly, men eg veit ikki kortini, vit eru eisini glaðar fyri hendan møguleikan, sum vit nú hava fingið. Tað er altíð spennandi at sleppa út um Føroyar at rógva, so vit gleða okkum sjálvandi til at fara. Men av tí, at vit vita so lítið um kappingina, so ber ikki til at siga, hvat vit vænta okkum, sigur Inga Torkilshøj at enda.