Formaðurin í Føroya Blaðmannafelag sigur ósatt um undirritaða í Útvarpi Føroya, hóast hann hevur allar møguleikar at kanna, hvør veruleikin er. Harvið gongur hann undan í tí, sum eg havi valt at mótmæla ímóti. At persónar kunnu leggjast undir slatur og sleyg í fjølmiðlunum, uttan at hava nakran møguleika at verja seg.
Eg fari tí at senda eitt skriv til Føroya Blaðmannafelag við spurningi um, hvørja støðu felagið hevur til viðgerð av persónum í føroyskum fjølmiðlum.
Tað er gott, at Føroya Blaðmannafelag fer at viðgera hendingina millum ein landsstýrismann hjá Tjóðveldisflokkinum og tíðindafólk hjá SvF.
Men eg vil undir ongum umstøðum góðtaka, at formaðurin í Føroya Blaðmannafelag, Edvard Joensen, sigur ósatt fyri opnari mikrofon í Útvarpi Føroya. Hann sigur seg "hava hoyrt", at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum á flokstingi hevur sagt, at hann vil stýra, hvat fjølmiðlarnir gera og ikki gera.
Hetta er beinleiðis ósatt. Eg havi ikki í mínari formansfrágreiðing ella á flokstingi sagt nakað sum helst um at vilja stýra fjølmiðlunum. Eg hava talað at ítøkiligum hend-ingum, har fjølmiðlarnir hava havt søgur, sum beinleiðis leggja persónar í Tjóðveldisflokkinum (harundir undirritaða) undir at hava gjørt og viljað ymist. Og umrøddu persónar hava ikki fingið møguleika at svara ella greiða frá síni støðu til hesar hendingar, áðrenn søgan fer út sum veruleiki.
Eg havi víst á, at persónsmál eru viðgjørd, har bert annar parturin sleppur at útleggja sína hugsan um hendingar, og so verður tað framhildið sum sannleikin. Eg haldi tað vera ómetaliga grovt og eftir mínum tykki brot á alla ábyrgd hjá fjølmiðlunum.
Tað er mín demokratiski rættur at siga hetta, eins og tað er rætturin hjá einum og hvørjum øðrum at siga sína hugsan.
Slatur og sleyg sum tíðindi
Hvat eg havi sagt í míni formansfrágreiðing og annars á einum almennum flokstingi, hevði formaðurin í Føroya Blaðmannafelag fingið staðfest, um hann hevði kannað málið. Formansfrágreiðingin er almenn og liggur á internetinum. Og nógv meira enn 100 vitnir ? harundir fjølmiðlafólk ? kunnu spyrjast um, hvat eg havi sagt og ikki á flokstingi.
Men formaðurin í Føroya Blaðmannafelag velur ikki at kanna, hvat er sagt. Ístaðin sigur Edvard Joensen seg "hava hoyrt" at eg havi sagt hetta og hatta, og á hesum grundarlagi leggur hann harðliga eftir undirritaða sum formanni í Tjóðveldisflokkinum í Útvarpi Føroya.
Harvið gongur formaðurin í Føroya Blaðmannafelag undan við júst tí, sum eg havi loyvt mær at tala at. Og sum eg framhaldandi ætli mær at tala at. Nevniliga, at persónar kunnu við-gerast í fjølmiðlunum og leggjast undir slatur og sleyg, uttan at hava nakran møguleika at verja seg.
Fyri mær er hetta sera óhugnaligt, og eg vil als ikki finna meg í hesum. Hetta bendir á, at ert tú politikari, so skalt tú ikki rokna við, at tú hevur nøkur vanlig rættindi ella talufrælsi, eins og ein og hvør annar borgari. Hetta bendir á, at tú ikki skalt fyrireika teg uppá at grundgeva og verja tað, sum tú hevur gjørt sum politikari, men tú skalt vera áskoðari, meðan onnur kunnu siga hvat sum helst um teg sum persón og um títt lyndi.
Sendi fyrispurnging til Føroya Blaðmannafelag
Eg skal tí hervið boða frá, at eg fari at senda ein fyrispurning til Føroya Blaðmannafelag um, hvørja støðu felagið hevur til viðgerð av persónum í føroyskum fjølmiðlum.
Samstundis skal eg sláa fast, at undirritaði og Tjóðveldisflokkurin leggja ikki eitt hálmstrá í vegin fyri at fjølmiðlafólk fáa gjørt sítt arbeiði.
Um formaðurin í Føroya Blaðmannafelag kann vísa mær á nakað dømi, har fjølmiðlar ? orsakað av undirritaða og Tjóðveldisflokkinum - ikki hava fingið atgongd til teir upplýsingar, teimum tørvar, til tess at útinna sítt týdningarmikla starv mótvegis politisku skipanini, so frætti eg fegin.