Danski sangarin Bjørn Tidmand er deyður. Hann var kendur sum Dansktopsangari, men royndi eisini ymiskt annað.
Serliga kendur var hann – eisini í Føroyum, fyri sína útgávu av sanginum ”Lille sommerfugl”, men hann sang eisini t.d. ”Rosen er rød min ven” og Paloma Blanca”.
Í áratíggju var hann fastur táttur í Dansktoppen og donsku kvøðuljómasendingini Giro 413.
Hann valdi sjálvur at pensjónera seg í 2020. Tá var hann 80 ár.
Tidmand kom av álvara fram í 1963 við sanginum ”Brænd mine breve”. Sama ár luttók hann fyrstuferð í melodigrandprix, og gjørdist nummar tvey. Vinnarar vóru Grethe og Jørgen Ingemann við Dansevise, sum tey eisini vunnu altjóða kappingina við.
Árið eftir royndi Tidmand aftur, og vann við «Sangen om dig».
Bjørn Tidmann hevur vitjað í Føroyum. Hann gjørdist 86 ár.










