Tað var nú ikki so nógv greinin, sum elvdi tankan. Tað var heldur myndin av Hilmari Jan. Ikki tí - snýðið er bæði pent og fitt, og ikki veit eg heilt við vissu, um myndin er nýggj ella gomul, ella um onkur á Dimmu í óreinheit hevur sett júst hasa myndina í blaðið. Men sigarettin talar sítt týðuliga mál: Skrálandi andsøgn. Tí júst sigarettin er ein so tyngjandi partur av heilsuverkinum, at tað tykist tankaleyst, ja, so heilt burturvið tápuligt at úttala seg um heilsupolitikk við líkkistunagla dinglandi í kinnklovanum. Ella kann tað veruliga passa, at føroyingar eru so óvitandi um heilsuvandan av tubbakki.
Tosaði herfyri við yvirlækna á Landssjúkrahúsin-um. Prátið fall á tubbak. Tað verður ofta sagt, segði hann, at roykjarar gjalda so nógv í tolli og øðrum av-gjøldum, at tey eru við til at halda samfelagnum uppi fíggjarliga, men, helt hann fram, veruleikin er, at gjøldini røkka ikki til at fremja árligu lungnaskurðviðgerðirnar av føroyingum, tíansheldur at gjalda fyri hini heilsubrekini elvd av tubbakki. Spurningurin er, um tíðin er komin at seta heilsugjald á sigarettirnar. Til dømis tíggju krónur á hvønn sigarettpakkan og einar tjúgu, fimmogtjúgu krónur á ballpakkarnar. Hesin peningur átti óskerdur at farið í sjúkrahúsverkið. Tað eru tvær góðar grundir fyri hesum. Tann fyrra er, at tað er bæði rætt og rímuligt at roykjarar, sum hóast vitanina um álvarsligan heilsuvanda kortini ikki leggja av at roykja, gjalda fyri seg. Tann seinna er, at tað vísir seg, at besti mátin at hjálpa fólki úr roykinum er við at gera tað trengri og trengri hjá teimum. Harafturat eigur roykibann at vera ásett á øllum almennum støðum, t. v. s. har fólk savnast so sum matstovur, dansistøð og onnur líknandi støð. Eisini eigur at verða skipað fyri tilboðum til roykjarar um hjálp at sleppa av við tubbakstrongdina.
Men tað týdningarmesta er kortini at fara álvarsliga til verka at fyribyrgja, at roykjarar leggjast afturat í yngra endanum.
Tit fólkavaldu, bæði sambands- og loysingarfólk. Nú er tíð at vakna og hyggja longur fram, framum oyralippurnar á eini einkultari fíggjarlóg. Nú er tíð at leggja langtíðarætlanir, sum kunnu bjarga unga fólkinum undan tubbaksdevlinum. Tit slítast um útreiðlsur á heilsuverkinum, sum um krónur og oyru eru alfa og omega í hesum álvarsmáli, meðan trivnaðurin verður meira og meira ótrivaligur. Hyggja vit at roykivanunum hjá føroyska ungdóminum í dag, mugu vit rokna okkum millum tilafturskomin lond, og tit látast ikki um vón.
Í hesum døgum er, sum gott er, fólkaskúlin nógv frammi. Mín hugsan um fólkaskúlan er millum annað hon, at nógv størri partur av skúlatíðini eigur at verða nýttur til heilsu og trivna. Hvat nyttar tað, um vit stappa høvdini full av kunnskapi, tá royking, skeivir kostvanar og væntandi rørsluvanar gera, at likamið ikki megnar at fylgja við? Vit kunnu ikki áhaldandi uppføra okkum sum óvitar og yvirsíggja týdningin av góðari heilsu.
Lat meg taka eitt dømi, sum vísir, at tað nyttar at ofra tíð, kreftir og pening. Fyri umleið 40 árum síðani byrjaði tannlæknin Erling Simonsen í Havn at læra børn at busta tenn. Hvør minnist ikki sangin "Busta tenn, busta tenn, tað sigur Erling Simonsen". Helst hava fleiri í byrjanini hugsa sum so, at hetta vóru nyttuleysar fjákalótir, men tak munin í dag. Ein stórur partur av fólkinun í dag, sum eru eldri enn eg sjálvur, ganga við gebissi. Fólk í mínum aldri hava flestøll nógva plombur í tonnunum, men tak tey sum eru tredivu ár og yngri. Har er støðan ein heilt onnur. Flestu ungfólk ganga í dag við heilum og sunnum tonnum, og tey ganga veruliga upp í at røkja tenninar. Hugsa tær allar tær kvalir, bæði persónligar + almennar útreiðslur, sum verða spardar við tíðini, um vit fáa broytt hugburðin í samband við royking og heilsu.