Aalesund verður liðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, ið skal spæla dystir um uppflyting móti triðaftasta liðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini, ið er gamla føroyingaliðið, Bryne.
Aalesund vann í kvøld uppflytingarfinaluna í næstbestu deildini móti Egersund, ið hevði Árna Nóa Atlason á beinkinum. Ungi gøtumaðurin kom tó ikki á vøllin.
Aalesund vann 3-1 aftaná longda leiktíð. Oscar Kapskarmo fekk Egersund á sigurskós longu í áttanda minutti, men fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Aalesund. Í longdu leiktíðini var Aalesund omaná og skoraði tvey mál.
Egersund vann í uppflytingarhálvfinaluni 3-2 á liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim.











