Íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk eina stóra uppliving í tí innleiðandi dystinum í HM-bólki C, har tær møttu týsku vertunum.
Frammanfyri 5.527 áskoðarum vann Týskland 32-25 á Íslandi.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 4:3, 9:6, 11:8, 12:9, 14:11, 18:14, 20:15, 23:19, 24:21, 26:22, 30:23, 32:25.
Tey á Morgunblaðnum halda, at talan er um eitt heiðurligt avrik hjá Íslandi.
Toppskjúttar Týskland: Alina Grijseels, sjey mál - Jenny Behrend og Nieke Kühne, fimm mál.
Toppskjúttar Ísland: Elín Klara Þorkelsdóttir, fimm mál - Katrín Tinna Jensdóttir, Thea Imani Sturludóttir og Dana Björg Guðmundsdóttir, fýra mál.
Bólkur C, Stuttgart, Týskland:
26. november:
Týskland – Ísland 32-25
Serbia – Uruguay, kl. 19.30.
28. november:
Uruguay – Týskland, kl. 17.
Serbia – Ísland, kl. 19.30.
30. november:
Ísland – Uruguay, kl. 14.30.
Týskland – Serbia, kl. 17.











