Roykur og stórir logar gloypa íbúðarbygningunum í Hong Kong. Eldurin byrjaði í bústaðarbygningunum Wang Fuk Court, har 4.600 fólk búgva. - Mynd: Yan Zhao/Ritzau Scanpix

MYNDIR: Í minsta lagi 36 deyð í eldi í Hong Kong

Talið av deyðum er komið upp á 36 og 279 eru saknað í einum eldi í Hong Kong, upplýsir sløkkiliðið.

Roykur og stórir logar gloypa íbúðarbygningunum í Hong Kong. Eldurin byrjaði í bústaðarbygningunum Wang Fuk Court, har 4.600 fólk búgva. - Mynd: Yan Zhao/Ritzau Scanpix

Fleiri íbúðarbygningar brenna í Hong Kong í dag, og í minsta lagi 36 fólk hava latið lív í eldinum.

 

29 fólk eru flutt á sjúkrahús.

 

Hvar 279 fólk eru, er ikki greitt enn.

 

Tað upplýsir sløkkiliðið í Hong Kong sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Av teimum 29, sum eru flutt á sjúkrahús, eru sjey í lívsvanda, skrivar miðilin South China Morning Post.

 

Fyrr á degnum varð boðað frá, at 13 fólk vóru deyð í eldinum.

 

Í minsta lagi fýra stórir íbúðarbygningar eru kolaðir upp. Hildið verður, at bambusbyggipallur kring bygningarnar hava ført til, at eldurin hevur ment seg so ógvusliga.

 

Bygningarnir liggja í Tai Po-økinum í norðara parti av Hong Kong.

 

Løgreglan segði fyrr í dag, at tey hava fingið fráboðanir um fólk, sum vóru fangað inni í bygningunum.

 

Eldurin kyknaði í bústaðarbygningunum Wang Fuk Court. Í bygningunum eru umleið 2.000 íbúðir, har 4.600 fólk búgva. Bygningarnir vóru undir umvæling.

 

Sløkkiliðið fekk fráboðan um eldin í nátt klokkan 2:51 lokala tíð - í gjárkvøldið klokkan 18:51 okkara tíð.

 

Nógvur vindur førdi til, at eldin breiddi seg til sjey av teimum átta bygningunum í bústaðárøkinum.

 

Sambært leiðaranum í býarstjórnini í Hong Kong, John Lee, var lutvíst tamarhald á eldinum í kvøld lokala tíð, skrivar South China Morning Post.

 

Fleiri enn 140 sløkkiliðsbilar og 800 sløkkiliðsfólk og sjúkrarøktarfrøðingar eru settir út til sløkkiarbeiðið. Dronur eru eisini brúktar í arbeiðinum.

 

Talan er um tann eldsbrunan í Hong Kong síðani 1996, sum hevur kravt flest mannalív. Tá 41 doyðu fólk í einum eldi í Kowloon-økinum.

 

Eldurin byrjaði undir onkrum sveisiarbeiði undir eini umvæling.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

 

/Ritzau/

 

Roykur og stórir logar gloypa íbúðarbygningunum í Hong Kong. Eldurin byrjaði í bústaðarbygningunum Wang Fuk Court, har 4.600 fólk búgva. - Mynd: Yan Zhao/Ritzau Scanpix