Læknarnir søgdu fimmti prosent

Páskaaftan fylla tvey smá undur í Havn eitt ár. Læknarnir søgdu, at Rasmus og Emil høvdu 50% møguleika at klára tað. Men í hesum døgum gera takksomu foreldur teirra klárt til fyrsta føðingardagin

Tað stóð ongantíð í bløðunum, at Rikke og Jens Pauli høvdu fingið tvíburðar. Tað datt niðurfyri í stríðnum fyri at hóra undan. Rasmus og Emil komu til verðina 13 vikur ov tíðliga og vigaðu bert 1900 gram tilsamans.
          Rasmus kom fyrst; hann vigaði 970 gramm og var 39 cm langur. So kom Emil, sum var 37 cm. og vigaði 930 gramm.
Hesir smáu, sum ikki vigaðu so frægt sum eitt kilo hvør, upplivdu nógv teirra fyrsta samdøgur. Í skundi og mitt á nátt vórðu teir fluttir við tyrlu vestur í Vágar, har sjúklingaflogfar bíðaði teimum og flutti teir til Danmarkar.
          Teir sluppu ikki, sum nýføðingar flestir, at liggja í friði hjá mammuni. Saman við pápanum, Jens Paula, sum fór einsamallur niður við teimum, vórðu teir innlagdir á Odense Universitets sjúkrahús.
          Men áðrenn teir fóru longu leiðina til Odense, vórðu teir doyptir á sjúkrahúsinum í Havn.
          Dagin eftir fór Rikke við ferðaflogfarinum niður til synir sínar. Hon slapp ikki við í sjúklingaflogfarið, tí læknar og sjúkrasystrar høvdu úr at gera við at taka sær av Rasmusi og Emil.
 
Kundu einki sjálvi
 
Vit lata Rikke greiða frá:
 Fyrsta tíðin á hospitalinum var hørð, og eg kendi tað, sum gekk eg við síðuna av mær sjálvari.
Tað var ein rættiligur skelkur fyri meg at fáa tveir so lítlar dreingir. Teir vóru so smáir sum dukkur og líktust ikki nýføðingum, sum eg fyrr hevði sæð. Eg var heldur ikki fyrireikað upp á at skula verða mamma so skjótt. Alt hetta gjørdi, at tað var ringt hjá mær at knýta meg til dreingirnar.
Men sjúkrasystrarnar dugdu sera væl at síggja, hvat vit høvdu brúk fyri. Tær lærdu okkum at njóta ein dag í senn saman við dreingjunum.
Tær hjálptu okkum eisini at síggja, at hesir lítlu skapningarnir vóru børn, hóast teir sóu so vesaligir út.
Allir mínir dreymar um at blíva mamma fóru kanska ikki at verða veruleiki ? og kanska fóru dreingirnir at verða tiknir frá okkum aftur.
          Vit kendu okkum fullkomiliga hjálparleys. Tað einasta, vit kundu gera, var at taka okkum av dreingjunum, biðja til Gud, eta og sova.
          Viðhvørt helt eg, at eg fór ongantíð at verða glað aftur. Men tað stóra arbeiðið, sum starvsfólkið á sjúkrahúsinum legði í fyri at fáa okkum at síggja tað positiva, hjálpti okkum gjøgnum fyrstu sera strævnu tíðina.
Starvsfólkini vistu, hvat tey høvdu við at gera, og tað gjørdi, at vit kendu okkum trygg. Vit vistu, at dreingirnir vóru í góðum hondum.
          Vit kunnu bara bera sjúkrahúsverkinum, bæði her heima og í Danmark, alt tað besta.
         
Nógv at gleðast um
 
Rasmus og Emil høvdu lívsmót, men teir komu ikki lætt ígjøgnum fyrstu tíðina. Tað var hart fyri Rikke og Jens Paula at síggja, hvussu teir blivu ?prikaðir? og alt tað, sum mátti til, fyri at hesum báðum smáu skuldi verða lív lagað.
          Tað vísti seg, at høvdu vit tveir góðar dagar, har tað gekk framá, so byrjaði aftur at ganga afturá. Men so við og við gjørdust teir góðu dagarnir við yvirlutan.
          Tær fyrstu 6 vikurnar var Jens Pauli niðri hjá Rikke og dreingjunum. Tí kom hann at uppliva synir sínar liggjandi í kuvøsuni so pinkulítlar. Rikke heldur, at hetta man vera tað nærmasta, ein pápi kann koma einum barnsburði.
          - Vit vóru  ótrúliga heppin, og vit eru ógvuliga takksom, siga Rikke og Jens Pauli, sum nú rokast til føðingardagin leygardagin.
          Eftir røttum áttu Rasmus og Emil ikki at verið meiri enn 9 mánaðir gamlir í dag.
          Tað sær ikki út til, at tvíburðarnir hava fingið mein av at koma í verðina so nógv ov tíðliga. Hóast foreldur teirra enn kunnu vera eitt sindur bangin um dreingirnar, so fyllir tað ikki so nógv í gerandisdegnum.
          - So lítlir og vesaligir teir vóru, kláraðu teir tó at koma fyri seg. Vit eru glað, takksom og errin. Leygardagin fara vit at halda stóran føðingardag ? og vit hava nógv at gleðast um, siga Rikke Larsen og Jens Pauli Petersen.