Sparifrymilin skal burtur

- Vit hava boðað Mentamálastýrinum frá, hvørjar ætlanir vit hava viðvíkjandi tímabýtinum, og haðani hava vit fingið at vita, at tey eisini eru áhugað í, at skipanin verður broytt, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

 

FÓLKASKÚLIN

Sparifrymilin, sum varð settur í verk í fólkaskúlanum í ringastu kreppuárunum fyrst í nítiárunum, setur framvegis dagskránna innan skúlagátt. Men stendur tað til Føroya Lærarafelag skal hesin takast av. Felagið fer í næstum undir at fáa skipanina broytta soleiðis, at hvør skúli ger upp hvønn tímatørv tey hava og søkir hareftir. Ikki sum nú, har skúlarnir fáa eitt tímatal og út frá tí royna at fáa kabalina at ganga upp.

- Vit hava boðað Mentamálastýrinum frá, hvørjar ætlanir vit hava, og haðani hava vit fingið at vita, at tey eisini eru áhugað í, at skipanin verður broytt, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

At tímabýtið framvegis verður ásett eftir einum sparifrymli, er sera óhøgligt fyri skúlarnar. Serliga teir miðalstóru skúlarnar eru við skerdan lut.

- Tað eigur at vera øvugta mannagongdin, har skúlarnir fáa tímarnar teir hava brúk fyri. Í almannaverkinum eru nógvar uppgávur lógarkravdar og játtanin ásett hareftir. Á sama hátt eigur skúlaverkið at verða skipað. Sum er fær alt skúlaverkið eina játtan, sum alt skal kroystar niður í, uttan mun til um rúm er fyri tí ella ikki.


Ábøtur neyðugar

Umframt arbeiðir Lærarafelagið við at broyta skipanina soleiðis, at tímarnir ikki verða býttir út á næmingarnar, men heldur flokkarnar.

- Í Føroyum ber ógvuliga illa til at býta tímar eftir næmingunum. Nógvir smærri skúlar eru og á teim flestu ber sera illa til at fylla ein flokk við 24 næmingum. Hetta ber bara til á teim heilt stóru skúlunum. Frymilin, sum kom í kreppuárunum, er ongantíð dagførdur ella endurskoðaður, hóast skúlaleiðarar hava víst á ymiskar skeivleikar og møguligar ábøtur, sum eiga at verða gjørdar. Tað er eyðsæð, at tá ið vit hava so ymiskar skúlar í landinum, hvat viðvíkir stødd, næmingatali, flokkatali og so framvegis, er tað sera trupult at finna eina skipan, sum kann taka atlit fyri øllum undir einum.

Føroya Lærarafelag hevur sett fólk av til uppgávuna at endavenda skipanina við tímabýtinum, og miðar eftir at verða liðugt við uppgávuna, áðrenn fíggjarlógin fyri komandi ár verður løgd.

- Tá ið kanningararbeiðið frá okkara hond er liðugt, leggja vit tað fyri politisku skipanina. Vit hava góðar vónir um, at hetta vinnur frama, tí politikararnir eiga at verða áhugaðir í, at skipanin er góð. Tað ber í øllum førum ikki til at halda fram at býta tímarnar út eftir verandi frymli, sigur Elsa Birgitta Petersen.


Allir flokkar ábyrgdina

Skiftandi landsstýrismenn í mentamálum hava í fjølmiðlunum borið fram, at játtanin til fólkaskúlan er økt seinnu árini, eisini undanfarni landsstýrismaður stutt fyri at hann fór frá. Rætt er, at tølini eru størri, men hetta er bara hálvur sannleikin. Krøvini til fólkaskúlan eru økt nógv meiri enn játtanin, KT-tøknin er komin inn um skúlagátt, nýggjar semjur eru gjørdar um arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá lærarum, umframt annað sum alt kostar pengar og sum alt eru samtykt av løgtinginum, tó uttan at neyðugi peningurin fylgir við. Tískil er játtanin til fólkaskúlan minkað, sjálvt um tølini eru størri, sum ført verður fram í seinasta skúlablaðnum.

Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum, Óli Horn, ætlar til komandi fíggjarlóg at stremba eftir at fáa hægri játtan til fólkaskúlan.

- Vit vóna eisini, at tað eydnast honum, tí niðurpíningin av fólkaskúlanum kann ikki halda fram. Men eitt er, hvat landsstýrismaðurin vil. Annað er, hvat Fíggjarmálastýrið, sum er stýrið yvir øllum stýrum, gongur við til.

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag sigur, at eingin flokkur á Føroya Løgtingi kann skáka sær undan ábyrgdini av at støðan í føroyska fólkaskúlanum er so vánalig.

- Politikararnir ynskja ein skúla á pappírinum, sum hevur góðar endamálsorðingar og ætlanir, men tá ið tað kemur til tann peningaliga partin skákar løgtingið sær undan. Meðan nýggja lógin varð í gerð, løgdu vit útrokningar fram, sum søgdu hvussu nógv hon fór at kosta at seta í verk, umleið 88 mió. krónur. Politikararnir lurtaðu ikki eftir okkum, men bara eftir embætismonnunum, sum søgdu nakað heilt annað. Bara einstakir politikarar vóru greiðir yvir, at fólkaskúlalógin fór at kosta meir, sigur Elsa Birgitta Petersen.