bara, at samskifti í samgonguni fer ikki fram í fjølmiðlunum. ? Vit viðgera tær ósemjur, vit hava innanhýsis í samgonguni og so tosa vit okkum til rættis um tey. Men hann leggur afturat, at higartil hevur [...] urin uppskotið um at endurnýggja fiskiskipaflotan, skulu tey eisini vita, at fólkaflokkurin saktans kann leggja seg uppá tvørs í málum, sum tjóðveldisflokkurin umsitur. Taka tað róligt Men hetta taka [...] um tað var formaður fólkafloksins, Anfinn Kallsberg, sum átti orðini. Tó heldur hann, at tað er á ótrúliga lágum støði seta slíkar hóttanir fram, sum John Petersen ger í hesum føri. ? Í veruleikanum er
Dímun í ár. Mánadagin vóru tey í oynni, sum tey siga, í bestu líkindum, sum hugsast kundi Við vóru 40-42 mans og uppi í oynni vóru 35-36 mans. Eliesar Poulsen, sum er formaður fyri oynni, sigur, at raksturin [...] helst farnir í kavanum, sigur hann. Hann sigur eisini, at tað vóru fá lomb eftir seyðatalinum, tí tað var óvanliga nógvur seyður geldur. Tað heldur hann eisini, at kavin er orsøkin til. 130 seyðir Hann sigur [...] sigur, at av tí, at so fáir seyðir eru í oynni nú, kundu teir heldur ikki taka so nógv, sum teir plaga. ? Vit tóku um 130 seyðir hesuferð. ? Tað bleiv til fimm uppá gyllinin, og tað er minni enn vant.
i Kongsvinger, sum sostatt við einum sigri kundi fara fram um Strømsgodset og sleppa av plássinum, sum ber tveir dystir um upp- og niðurflyting við sær. Men um vit skulu trúgva tí, sum norska blaðið VG [...] boð um, at hesin dysturin hevur verið rættiliga undirhaldandi, og um vit hyggja eftir, nær málini komu, síggja vit, at hann eisini hevur verið dramatiskur. Haugesund legði seg á odda 4-2, tá 70 minuttir [...] frá beinleiðis niðurflyting. Tað gjørdi tað ikki betri, at Haugesund, sum er tvey stig aftanfyri Kongsvinger vann 5-4 í einum dysti, sum hevði nógv meira undirhald enn dysturin millum KIL og Strømsgodset
Onkrar broytingar hava verið, síðani landsliðsvenjarin í síðstu viku valdi teir átjan, sum hann vildi hava við. Sum vit søgdu í gjár, so hevur fyrrverandi liðformaðurin, Magni Jarnskor, givið avboð, tí hann [...] Hans Fróða Hansen og Jóhannes Joensen, KÍ, sum vann silvurmerkini, eigur tveir spælarar ? John Hansen og Jan Joensen, B36, sum endaði á triðja plássi, og sum stóð seg sera væl í seinnu hálvu, eigur fýra [...] Johannesen, sum umboðar niðurflytararnar úr TB. Hvussu liðið verður sett saman, fara vit at hoyra meiri um teir næstu dagarnar. Allan Simonsen plagar at siga, at hann í so stóran mun, sum tað ber til,
pláss. Komandi ár Sum áðurnevnt, so ætlar HB-venjarin ikki at slaka við venjingini komandi ár, heldur tvørturímóti. Hann sigur eisini, at hópurin verður nærum tann sami. Tó kunnu vit vænta, at einir tríggir [...] og KÍ, men eisini GÍ. Hans, Johannes og Súni Fríði á landsliðið Venjarin hjá HB sigur at enda, at hann er ikki heilt nøgdur við landsliðsúttøkuna. Hann sigur seg ikki skilja, at eitt lið, sum hevur vunnið [...] part av tíðini og rópar á sínar menn. Hann kann, undir dysti, virka nakað snarsintur, men so skjótt sum dysturin er lokin, er hann ein ógvuliga fyrikomandi og stillur maður. Ion Geolgau er sera vælnøgdur
stuttligt at enda á toppinum, eftir at hava bíðað í heili átta ár. Sum heild er tað sera stuttligt at verða við á einum slíkum liði, sum tí vit hava havt í ár, har alt virkar so væl, bæði á vøllinum og uttan [...] komandi ár fer at lata málmansplássið yvir til Bárð Johannesen, sum í mong ár hevur verið fastur avloysar hjá honum. Sølufyritøkan Farex, sum Kaj Leo hevur saman við Róa Egholm, krevur sítt, og tí ætlar 34 [...] liðið hjá HB og er hetta greitt met í høvuðsstaðarfelagnum. Haraftrat hevur hann skorað eitt mál, sum hann gjørdi í kappingini um løgmanssteypið fyri nøkrum árum síðani, tá HB vann 22-0 á Skansanum. Kaj
av við hana, sum stendur tað um lív. Sigur ella ósigur? Ja, hvat skulu vit siga? Soleiðis kunnu vit taka eitt mál fyri og annað eftir, sum sambandið setti seg ímóti við hond og fót, og sum teir seinni løgdu [...] seta tal á, men siga vit nakrir hundrað túsund, fara vit neyvan skeiv. At teir flestu eru líka glaðir og helst vilja sleppa av við okkum, at teir føla okkum sum eitt haft um beinini, sum ein kleppur og hava [...] ov nær. Skulu vit siga, at helmingurin hevur eina slíka áskoðan, man tað ikki vera langt av leið, og tað er í grundini ikki ringt at skilja, tað høvdu vit vist eisini havt, um tað vóru vit, ið skuldu pungað
Hetta sama ósamsvarið ger seg eisini galdandi, tá ið USA setur øðrum londum mannarættindakrøv, sum landið ikki sjálvt megnar at liva upp til. Pierre Sané sigur: ?USA hevur, sum heimsins stórsta vápnaframleiðslu- [...] International finst eisini harðliga at tí háttinum, sum USA fordømir mannarættindabrot í øðrum londum. ?Amerikansku myndugleikarnir er altíð kvikir at finnast at mannarættindabrotum í londum, sum verða hildin [...] Against Torture. ?Hvussu kann eitt land, sum ikki sjálvt hevur skrivað undir allar mannarættindasáttmálar, sum t.d. verja rættindini hjá kvinnum og børnum, seta sær sum mál, at vera ein fyrimynd í altjóða
á bíðilista at sleppa inn. - Hesi, sum ikki eru sloppin inn, hava ilt við at skilja, hví tey ikki eisini kunnu vera við. Vit síggja tey hvønn dag í skúlanum, tá ið vit heinta børnini. Við hvørt koma tey [...] á Eysturskúlanum er hávar og alt sum hevur samband við háv. Tað kemst av, at børnini hava sæð eitt sjónband um háv og verðina, hann er ein partur av. - Vit hava eisini ætlanir um at arbeiða meiri við náttúruni [...] hava vit nøkur tilboð til børnini, sum tey kunnu tekna seg til, eitt nú verkstaðið í kjallaranum, at spæla bólt á vøllinum, at vera í fimleikarhøllini á Háskúlanum og á verkstaðanum á Háskúlanum. Vit hava
m. - At vit brúka høli, sum kortini standa tóm, er eisini við til at stimbra upp undir frítíðarlívið. Á tann hátt læsa vit okkum ikki føst í nakrar rammur. Hølini seta ikki mark fyri, hvat vit gera og [...] frítíðarskúla, sum hevur ábyrgdina av hvør sínum skúla. - Tað grundarlagið, sum vantaði seinasta ár, er nú við at koma og vit hava varhugan av, at vit eru í ferð við at byggja nakað upp nú, sum er haldgott [...] ikki gera. - Spurningurin varð eisini reistur, hvussu gott tað er, at børnini eru í sama umhvørvi í skúlatíð sum eftir skúlatíð, frá kl. 8 á morgni til kl. 17 seinnapartin. Vit mettu bestu loysnina vera at