?Øll lond hava eina skyldu at verja rættindini hjá íbúgvum sínum, líkamikið hvørja politiska skipan landið er stýrt eftir ella hvussu sterka støðu, tað hevur í heimssamfelagnum, men í USA verða mannarættindini hjá fleiri túsund borgarum brotin,? sigur Pierre Sané, aðalskrivari í Amnesty International. ?Í spurninginum um mannarættindi í USA er alt ov ofta talan um eina tvíbýtta tjóð: Rík og fátøk, hvít og svørt, kallkyn ella kvennkyn.?
Í hesum átakinum hjá Amnesty International fer felagsskapurin at leggja dent á mannarættindabrot framd av amerikansku løgregluni og fongsulsmyndugleikunum; á tilvildarligu, órættvísu og rasistisku nýtsluna av deyðarevsing; og á vaksandi trupulleikan av, at alt fleiri flóttafólk verða sett í fongsul.
Amnesty fer eisini í átakinum at gera vart við vantandi samsvari millum tey altjóða mannarættindini, sum USA hevur bundið seg til, og førda uttanríkispolitikkin. Sambært Amnesty International svarar leiðandi leikluturin USA hevði, tá ið mannarættindini vóru samtykt, als ikki við manglandi viljan, landið nú hevur til at lata altjóða samfelagið viðgera mannarættindaviðurskiftini í USA. Hetta sama ósamsvarið ger seg eisini galdandi, tá ið USA setur øðrum londum mannarættindakrøv, sum landið ikki sjálvt megnar at liva upp til.
Pierre Sané sigur: ?USA hevur, sum heimsins stórsta vápnaframleiðslu- og útflytaratjóð, ein avgerandi leiklut í píning, politiskum drápum og øðrum mannarættindabrotum, ið stjórnir og vápnaðir bólkar um allan heim fremja, tí nógv av amboðunum, sum verða brúkt til at fremja hesi brot, koma úr USA.?
Tað slagið av elektrosjokkvápnum, sum USA framleiðir, verður javnan nýtt til at pína offur um allan heim. Hesi vápn eru nú bannað í fleiri londum í Vestur-Evropa og Kanada. Amboð, sum USA útflytir og sjálvt nýtir, so sum beinleinkir, tumlajørn, elektrosjokk vápn og piparsprænur, føra lættliga til, at fólk verða pínd.
?USA ger ov lítið fyri at tryggja sær, at amboðini ikki verða nýtt til mannarættindabrot. Tær lógir, sum í dag eru galdandi á økinum, eru ikki nøktandi?, sigur Pierre Sané.
Eitt gott dømi um henda trupulleikan er Turkaland. Í 1995 vísti amerikanska uttanríkisráðið í einum áliti á, at haldgóð prógv vóru fyri, at amerikanskt framleidd vápn vóru nýtt, tá myndugleikarnir, við mannarættindabrotum til fylgju, flutti alt fólki úr nøkrum bygdum. Bæði í verjuni og hjá løgregluni, hava servandar deildir nýtt riflur, granatkastarar og tyrlur, sum tær hava fingið úr USA. Hesar serligu deildirnar verða javnan ákærdar fyri at standa aftanfyri politisk dráp, hvørvingar og píning.
Lagdir undir trýst avgjørdu myndugleikarnir í 1997 at steðga øllum vápnaútflutningi til Turkalands, men nýggjar frágreiðingar vilja verða við, at útflytarar hava fingið loyvi at senda vørur sínar til Turkarlands aftur. Ein amerikonsk fyritøka var í apríl 1998 í samráðingum við turkisku løgregluna um at selja henni 10.000 elektrosjokk vápn, hóast tað er væl og virðiliga prógvað, at løgreglan javnan pínir fangar við elektrosjokk.
?Tá hugsað verður um leiðandi støðuna, USA hevur á alheims vápnamarknaðinum, skuldi tað verið upplagt, at USA syrgdi fyri, at allur vápnahandil kom fram í ljósið. Landið kundi eisini tikið stig til, at nakrar reglur vórðu settar í verk við tí endamálið, at byrgja fyri, at lond, har vit vita at píning fer fram, fáa fatur í vápnunum.? Sané legði dent á, at ?allur handil verður steðgaður beinanvegin, um útlit eru fyri, at hann er partur í mannarættindabrotum.?
USA skjótt
at fordøma
Amnesty International finst eisini harðliga at tí háttinum, sum USA fordømir mannarættindabrot í øðrum londum. ?Amerikansku myndugleikarnir er altíð kvikir at finnast at mannarættindabrotum í londum, sum verða hildin at verða mótstøðulond hjá USA. Verri gongst, tá talan er um eitt land, sum er sameint við USA, ella har politisk ella fíggjarlig áhugamál hjá USA kunnu verða í vanda?, segði Pierre Sané.
Nøkur dømi um hetta er manglandi viljin hjá amerikansku stjórnarmyndugleikunum at átala álvarsligu mannarættindabrotini, sum Ísrael fremur ímóti palistinska fólkinum í landinum; at USA onki ger við umfatandi mannarættindabrot í Saudiarabia; og hvussu amerikanskir embætismenn royndu at fáa heimssamfelagið at undirmeta hópdrápini í Rwanda.
Afturat ósamsvarinum millum tey mannarættindini, sum USA hevur bundið seg til, og uttanríkispolitikkin, hevur USA heldur ikki heima í sínum egna landið megna at liva upp til tey mannrættindini, sum landið hevur bundið seg til. Sambært Amnesty International versnar mannarættindastøðan í USA alsamt. Hendan versnandi støðan verður væl lýst í umfatandi frágreiðingini hjá Amnesty, sum felagsskapurin gevur út í samband við, at farið verður undir hetta átakið. Í frágreiðingini verður dentur m.a. lagdur á:
1.Umfatandi løgregluharðskapur: Nú er løgregluharðskapur vorðin ein so stórur trupulleiki í USA, at fleiri milliónir dollarar á hvørjum ári verða latnir til fólk, sum eftir øllum at døma hava verið offur fyri hesum harðskapi. Frágreiðingar um, at løgreglan er farin verri við svørtum ella øðrum minnilutabólkum, eru vanligar, t.d. sær tað út til, at tað serliga eru svørt, sum hava verið ákærd fyri okkurt smærri brotsverk, sum verða offur fyri løgregluharðskapinum. Serliga verður klagað um, at løgreglumenn hava verið harðligir í samband við handtøkur, húsarannsóknir, og tá bilar verða steðgaðir. Hetta kemur serliga ofta fyri í miðbýunum, har stórir minnilutabólkar búgva.
Mong varðhaldsfongslaði lata lív, meðan tey eru bundin niður. Hetta kemur serliga fyri, tá løgreglan bindur øklar og handlið saman. Hesin hátturin verður í USA nevndur ?hogtie?, og er nú bannaður í fleiri støðum, men aðrastaðni verður hann framvegis nýttur.
2.Umfatandi kropsligur og kynsligur ágangur á fangar: Fyri tíðina svarar USA vaksandi kriminalitetinum aftur við at áseta harðari revsingar. Úrslitið er, at USA í dag er millum tey londini í heiminum, sum hevur flestar fangar. Í onkrum fongslum kemur tað ofta fyri, at fangar leypa á hvønn annan. Onkuntíð leggja fangavørðar upp til hendan harðskapin, og aðrar tíðir gera teir onki fyri at forða fyri honum. Tað kemur eisini meir enn so fyri, at fangavørðar hava bart fangar av og framt kynsligan ágang ímóti teimum, m.a. neyðtikið teir.
Ein serliga skakandi gongd er vøksurin í tøkniliga framkomnum fongslum, har fangar, og teirra millum eisini kvinnur, sum eru við barn, verða sett í isolatión. Tað kemur ofta fyri, at fangar verða settir í mekaniskar leikjur í fleiri tímar og heilar dagar. Mangan eru menningartarnaði teirra millum. Sambært altjóða samtyktum er tað bannað at leikja fangar. Hóast hetta, verður leinking nógv nýtt í USA, m.a verða fangar fluttir við leikjum um beinini. Í nøkrum støðum er tað eisini komið fyri, at kvinnur við barn hava verið leinkjaðar.
Allir partar av samfelagnum eru tó ikki líka hart raktir av hesum mannarættindabrotum. Í hesum landinum, sum enn stríðist við at leggja rasuskilnaðartíð sína afturum seg, eru meir enn 60 prosent av fongslaða fólkinum úr ymskum minnilutabólkum. Millum ungar svartar menn er nærum triðihvør annaðhvørt í fongsli ella royndarleyslatin.
3.Deyðarevsingin - ein tilvildarlig, órættvís og rasistisk revsing: Í dag er deyðarevsing eitt politiskt amboð í USA, og hon verður brúkt á ein rasistiskan máta. Tá hugt verður at, hvør verður raktur av harðligum brotsverkum, er lutfallið millum svørt og hvítt nøkurlunda líka, men hóast hetta, eru 82 prosent av teimum, sum hava verið avrættaði síðani 1977, dømd fyri at hava dripið eitt hvítt fólk.
Beint ímóti altjóða reglum avrættar USA framvegis menningartarna og ung undir 18 ár. Harumframt er ikki nóg góð løgfrøðislig hjálp at fáa, tá avrættingarnar eru uppá tað mesta.
Flestu statirnir í USA eru nú farnir at avrættað við at sproyta eitur í fangan, tí hetta skal verða meira menniskjansligt enn aðrir hættir. Men tað ber ikki til at ímynda sær, hvussu ræðulig ein deyðarevsing er, líkamikið hvussu hon verður framd. Í fleiri førum hava fangar bíða leingi, eftir at læknarnir skuldu finna eina æðr at spræna eitri í, og í øðrum førum hava fangar ligið við sproytini í sær og bíða eftir úrskurðinum av síðstu dómskæruni.
4.Fongsling av flóttafólki: Eitt vaksandi tal av flóttafólki, sum er komið til USA, endar handan rimarnar. Flóttafólkini hava ikki gjørt nakað lógarbrot, men hóast hetta verða tey ofta sett í fongsul saman við lógbrótarum.
Undir hesum umstøðum verður munur ikki gjørdur á flóttafólki og øðrum fangum: Tey eru ofta undir ómenniskjansligum umstøðum, verða kropskannað, leinkjaði og bæði munnliga og kropsliga illa viðfarin. Í mongum førum verður forða fyri, at tey fáa samband við sakførara sín, týðara ella flóttafólkafelagsskapir. Sannlíkið fyri at verða sett í fongsul er størri hjá kvinnum enn hjá monnum, og sum er, er stórur tørvur á hóskandi umstøðum hjá børnum at búleikast í. Sambært altjóða reglum, skulu børn verða hjá foreldrum sínum, og tey mugu ongantíð verða sett í fongsul.
5.Væntandi vilji til at halda altjóða reglur: Í fleiri førum megnar amerikansk lóg ikki at liva upp til tey lægstu krøvini, sum altjóða sáttmálar áseta, og týdningarmikil altjóða rættindi og ásetingar eru ikki altíð at finna aftur í amerikanskari lóg. Eitt dømi um hetta er bannið móti at avrættað fólk yngri enn 18 ár. Tað er eisini komið fyri, at fólk, hvørs rættindi hava verið brotin, ikki hava fingið loyvi at venda sær til altjóða stovnar, sum verja hesi rættindi.
Amnesty International fer at biðja myndugleikarnar í USA steðga tí úrveljandi háttinum, sum í dag verður nýttur. Amnesty fer eisini at biðja myndugleikarnar syrgja fyri, at samsvar verður millum amerikanskar lógir og altjóða sáttmálar.
Amnesty fer serliga at leggja dent á, at USA skrivar undir teir partarnar av altjóða mannarættindasáttmálunum, sum landið higartil hevur tikið fyrivarni fyri. Her verður serliga hugsað um the Convention on the Eradication of all Forms of Discrimination against Women, the UN Convention on the Rights of the Child, the American Convention on Human Rights, the International Covenant on Civil and Political Rights og the Convention Against Torture.
?Hvussu kann eitt land, sum ikki sjálvt hevur skrivað undir allar mannarættindasáttmálar, sum t.d. verja rættindini hjá kvinnum og børnum, seta sær sum mál, at vera ein fyrimynd í altjóða samfelagnum?? spyr Sané.
?Hvussu skal altjóða samfelagið kunna senda eini greið boð út um, at hópdráp og onnur brotsverk ímóti mannaættini ikki verða told, tá heimsins valdmiklasta land mótmælir stovnsetingini av einum óheftum og virknum Altjóða Rætti móti Brotsverkum??
At Amnesty International við átaki sínum roynir at fáa virðingina fyri mannarættindunum í USA á eitt hægri støði, skal eisini síggjast í ljósinum av, at henda virðingin fer at síggjast aftur um allan heim. So leingi USA ikki heima hjá sær sjálvum livir upp til mannarættindini, sum altjóða sáttmálar áseta, kunnu vit ikki rokna við, at amerikanskir myndugleikar duga at síggja virðið í at standa saman um at verja mannarættindini í øðrum londum.
?Frá í dag fara meiri enn ein millión limir í Amnesty International um allan heim at biðja myndugleikarnar í USA endurnýggja lyfti sítt um at lata mannarættindini verða kjarnuberið í bæði innanríkis- og uttanríkispolitikkinum,? endar Pierre Sané.
Um tygum vilja vita meira um átakið hjá Amnesty International, Rigths for All, ber til at venda sær til skrivstovu felagsins á Tinghúsvegi 18, 4. hædd. Skrivstovan er opin mánadag, mikudag og fríggjadag frá klokkan 13 til 17. Telefonnummarið er 315816, telefax 316816
og e-mail adressan er
Amnesty@olivant.fo. Heimasíðan hjá átakinum er www.rightsforall-usa.org.