Ókeypis barnaansing í Havn í desember

Foreldur við børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu fáa ein fíggjarligan lætta í jólamánaðinum, tí kommunan hevur gjørt av at strika dagstovnagjaldið fyri desember

Tað skrivar Elsa Berg, borgarstjóri, á Facebook í morgun:

 

– Fíggjarliga hevur tað gingið væl hjá kommununi í ár, og vit hava avgjørt at geva barnafamiljum ein ágóða av hesum. Tí verður dagstovnagjaldið hjá foreldrum, sum hava børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla ella frítíðarskúla, strikað í desember.

– Vit vóna, at hetta fer at lætta um hjá barnafamiljum í jólamánaðinum, tá tað ofta er nógv at gjalda.

– Samstundis arbeiða vit eisini við skipanarligum broytingum á dagstovnaøkinum. Millum annað er ætlanin frá komandi ári at minka barnabólkarnar á stovnunum, og byrjað verður við vøggustovunum, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.