Annar ferðaleiðarin situr framvegis í varðhaldi

Annar ferðaleiðarin sum varð handtikin leygardagin situr framvegis í varðhaldi

Talan er um amerikanskt ferðalag, sum er í Føroyum. Ferðaleiðararnir eru úr Skotlandi og Frankaríki. Málið botnar helst í, at talan hevur verið um fleiri slíkar túrar í Føroyum, har ferðaleiðarar uttan arbeiðsloyvi hava verið ferðaleiðarar.

Eftir at teir báðir ferðaleiðararnir vórðu handtiknir seinnapartin leygardagin er annar teirra, ein fronsk kvinna, latin leys. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini varð tað gjørt, tí hildið verður, at tað er hin ferðaleiðarin, sum hevur ábyrgdina av tí virkseminum, sum sambært skuldsetingini er ólógligt.

Í dag skal ein advokatur kanna málið hjá teimum. Tey hava so fram til klokkan 15:56 at avgreiða málið. Tað kann vera gjørt við eini bót, ið sum skilst er rættiliga stór. Um tað verður avgreitt á henda hátt, so kemur málið ikki fyri rættin.