Longu tíðlliga í nátt frættist, at russar høvdu lopið á Ukraina, og at fleiri fólk høvdu fingið løstir, eitt nú í Kharkiv-regiónini.
Men, sum náttin leið, hildu russisku álopini fram, og í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at fleiri fólk hava latið lív í russiskum álopum í nátt.
Í fyrstani varð hildið, at talið av deyðum var níggju, síðan varð talið dagført til 16, og nýggjastu tølini siga, at tilsamans 19 fólk eru deyð í álopunum.
Aftrat teimum deyðu, eru í minsta lagi 100 fólk særd.
Sambært útlendskum miðlum í morgun lupu russar eisini á har vesturi í Ukraina, og í býnum Ternopil varð ein íbúðarblokkur raktur.
Í russiska verjumálaráðnum vátta tey sambært NRK, at russiski herurin hevur lopið á mál har vesturi í Ukraina í nátt.










