Minst 50 seyðir farnir útav

Hvalbingar og sandvíkingar vóru í Lítlu Dímun mánadagin. Raksturin gekk hampiliga væl, men teir fingu lítið av seyði

Hvalbingar og sandvíkingar fingu ikki nógvan skurð úr Lítlu Dímun í ár.

Mánadagin vóru tey í oynni, sum tey siga, í bestu líkindum, sum hugsast kundi

Við vóru 40-42 mans og uppi í oynni vóru 35-36 mans.

Eliesar Poulsen, sum er formaður fyri oynni, sigur, at raksturin gekk hampiliga væl.

? Einir 40 seyðir blivu gangandi úti eftir.

Men hann sigur, at tann nógvi kavin í vár hevur kostað teimum dýrt.

? Eg meti sjálvir, at minst 50 seyðir eru farnir útav í ár, og teir eru helst farnir í kavanum, sigur hann.

Hann sigur eisini, at tað vóru fá lomb eftir seyðatalinum, tí tað var óvanliga nógvur seyður geldur.

Tað heldur hann eisini, at kavin er orsøkin til.


130 seyðir

Hann sigur, at av tí, at so fáir seyðir eru í oynni nú, kundu teir heldur ikki taka so nógv, sum teir plaga.

? Vit tóku um 130 seyðir hesuferð.

? Tað bleiv til fimm uppá gyllinin, og tað er minni enn vant.

? Tað vanliga er sjey uppá gyllinin, ella í minsta lagi seks.

Í gjáramorgunin var ikki nógvur seyður úr Lítlu Dímun flettur, men Eliesar sigur, at slaktið er heldur ikki av tí besta í ár.

Hann heldur, at ein orsøk til tað, er, at summarið var óvanliga vátt.

? Teir gomlu hava altíð sagt, at tá ið summarið er vátt, fæst ikki góður seyður úr oynni.

? Orsøkin til tað er, at tá ið tað er vátt, súgva lombini ikki so væl.

Ein onnur orsøk er ivaleyst eisini tann, at gróðurin kom so seint í ár.


Merkist í nøkur ár

Eliesar Poulsen sigur at slíkt felli, sum í ár, tekur nøkur ár at byggja upp aftur, tí oyggin kastar nógv av sær náttúrliga, tí tað dettur altíð nakað útav.

? So tá ið slík felli verða afturat, sum í ár, merkist tað í nøkur ár.

Hann sigur, at einasti máti at fáa seyðatalið upp, er at taka minni, tí nú sleppa teir ikki at longur at føra seyð út í oynna.

Teir kunnu bara føra brundar út í oynna nú.

Hann sigur tó at teir umhugsa at søkja av nýggjum um at fáa loyvi at sleppa gimbraseyði út í oynna, fyri at fáa seyðatalið upp.

Tað hevur annars verið vanligt at sleppa gimbraseyði út í oynna við jøvnum millumbili.

Tað hevur verið vanligt at sleppa 24 seyðum í oynna, tað er ein uppá gyllinina, ella 48 seyðir, so tað er ein uppá hvørja hálva gyllin.

Tað hevur næstan ongantíð verið 10 ár ímillum, at seyður er sleptur í oynna.

Men nú er langt síðani síðst, tí seinast var fyrst í áttatiárunum.

Annars varð seyður sleptur út báði í 1972 og í 1977, so nú halda teir, at tað kundi trongt til, aftur.