?John Petersen hevur onga atkvøðu í tinginum. Hann er ikki í eini støðu, har hann kann blokera nøkur mál hjá Tjóðveldisflokkinum.
Heini O. Heinesen formaður fyri tjóðveldisflokkin á tingi tekur ikki hóttanirnar frá John Petersen so tungt.
Ósemja er í samgonguni um ætlanina at endurnýggja fiskiskipaflotan, tí tjóðveldisflokkurin vil ikki góðkenna uppskotið hjá John Petersen, soleiðis sum tað nú er orðað.
Tað fekk John Petersen at koma við einum óvanligum mótspæli í Dagblaðnum mánadagin.
Í Dagblaðnum lovar John Petersen hevnd, tí hann sigur, at blokerar tjóðveldisflokkurin uppskotið um at endurnýggja fiskiskipaflotan, skulu tey eisini vita, at fólkaflokkurin saktans kann leggja seg uppá tvørs í málum, sum tjóðveldisflokkurin umsitur.
Taka tað róligt
Men hetta taka tjóðveldismenn heilt róligt.
Heini O Heinesen heldur ikki, at John Petersen situr í eini støðu, har hann er førur fyri at gera álvara av eini slíkari hóttan.
?John Petersen hevur onga atkvøðu í løgtinginum.
? Hann er ?bara? vanligur landsstýrismaður.
? Tí er hann heldur ikki førur fyri at blokera nøkur mál hjá tjóðveldisflokkinum, uttan so, at hann fær undirtøku frá restini av fólkaflokkinum.
Hinvegin heldur Heini O Heinesen, at hann hevði tikið málið í álvara, um tað var formaður fólkafloksins, Anfinn Kallsberg, sum átti orðini.
Tó heldur hann, at tað er á ótrúliga lágum støði seta slíkar hóttanir fram, sum John Petersen ger í hesum føri.
? Í veruleikanum er tað nokk so avdúkandi.
? Hann lovar hevnd afturfyri at vit ikki vilja ganga við til at leggja eina slangu niður í landskassan til stórreiðarar.
? Men er tað altumráðandi hjá fólkafloksmonnum at sleppa at mjólka landskassan afturfyri at arbeiða fyri fullveldið, sigur tað meir um teir sjálvar, enn um nakran annan, sigur Heini O. Heinesen formaður tjóðveldisfloksins á tingið.
? Ella vit mugu spyrja, um tað tað teirra fremsta endamál við, at fara í samgongu, at teir skulu sleppa at drena landskassan.
Heini O, Heinesen heldur, at samgonguflokkarnir skuldu heldur roynt at tosa seg til rættis, har í ósemjur taka seg upp.
Hann vísir samstundis aftur, at tjóðveldisflokkurin blokerar málið um at endurnýggja fiskiskipaflotan.
? Men vit eru ikki samd um málið. Og tað mugu vit tosa okkum til rættis um í samgonguni, sigur Heini O. Heinesen.
Tosa í samgonguni
heldur ikki Høgni Hoydal, landsstýrismaður fyri tjóðveldisflokkin tekur sær hóttanina frá John Petersen so tungt.
Høgni Hoydal umsitur tey mál í landsstýrinum, sum tjóðveldisflokkurin leggur eina størsta dentin á í hesi samgonguni, nevniliga sjálvstýrismálini.
Men hann hevur ongar viðmerkingar.
Hann sigur bara, at samskifti í samgonguni fer ikki fram í fjølmiðlunum.
? Vit viðgera tær ósemjur, vit hava innanhýsis í samgonguni og so tosa vit okkum til rættis um tey.
Men hann leggur afturat, at higartil hevur ongin ósemja verið at hóma um fullveldismálini og ongi tekin um, at nøkur mál verða blokerað.