Fría spælið er altavgerandi fyri trivnaðin

Hóast hópin av virksemi, ítrívum og verkstøðum, leggja leiðararnir á frítíðarskúlunum á Venjingarskúlanum og Eysturskúlanum, Ann Elisabeth Joensen og Guðrun S. Hansen, stóran dent á, at børnini sjálv gera av, hvussu dagurin verður.

- Vit merkja øgiliga væl á børnunum, at tey eru mettað av at verða stýrd gjøgnum allan dagin, siga tær báðar.

Tær eru ikki komnar til skorin klæði, men hava saman við starvsfólkunum og børnunum sett síni egnu eyðkenni og egna dám á karmarnar um frítíðarskúlan. Guðrun S. Hansen og Ann Elisabeth Joensen, sum ávikavist eru leiðarar í frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum og á Venjingarskúlanum, halda avgjørt, at tað hevur verið ein fyrimunur, at tær eins og hinir leiðararnir á frítíðarskúlunum í Havn, hava havt møguleikan og frælsið til at byggja karmarnar um stovnin upp frá grundini av.

Tað er ymiskt, hvussu ein vanligur gerandisdagur er í frítíðarskúlanum, men felags fyri allar er, at hann byrjar við, at starvsfólkini á frítíðarskúlanum heinta børnini uttan fyri flokshølini á skúlanum. Síðani fer dagurin til ymiskt virksemi, innandura ella uttandura, og eftir klokkan trý verða fyrstu børnini heintað og skúlin letur aftur klokkan fimm.

Størsti munurin á frítíðarskúlanum á Venjingarskúlanum og á Eysturskúlanum er, at frítíðarskúlin á Venjingarskúlanum er leysur av sjálvum skúlanum. Tey halda til í stórum sethúsum í Hornagøtu og børnini verða tí heintað og førd leiðina úr Venjingarskúlanum út í Hornabø. Frítíðarskúlin á Eysturskúlanum heldur til á sjálvum skúlanum í trimum stovum, sum eru eitt sindur fyri seg. Ann Elisabeth mælir avgjørd til, at stovnar og frítíðarskúlar hugsa meiri um at hava smærri eindir til børnini í framtíðini.


Uppi í tíðini

Starvsfólkunum nýtast ikki at stúra fyri, at hugskotini vanta í í gerandisdegnum, tí børnini eru ófør sjálv at koma við hugskotum um, hvat tey kunnu gera og hvat tey hava hug til. Tað heilt stóra í hesum døgum í frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum er hávar og alt sum hevur samband við háv. Tað kemst av, at børnini hava sæð eitt sjónband um háv og verðina, hann er ein partur av.

- Vit hava eisini ætlanir um at arbeiða meiri við náttúruni og greiða børnum frá, hvussu alt hongur saman, sigur Ann Elisabeth Joensen.

Starvsfólkini á frítíðarskúlunum hava júst verið á skeiði í Nólsoy, og haðani komu nógv hugskot, sum frítíðarskúlarnir kunnu gera nýtslu av.

Bæði Guðrun og Ann Elisabeth leggja stóran dent á at byggja ein fastan og tryggan karm um máltíðirnar, og vanliga verður dvølt leingi til borðs. Í løtuni er tann heilt stóra dillan millum børnini í Hornagøtu at spæla stillaspæl og metið í løtuni er seks minuttir.

- Fría spælið er altavgerandi fyri trivnaðin hjá børnunum. Tey eru ikki nógv fyri at skulu nakað ávíst alla tíðina. Teimum dámar nógv betri at ráða sjálv yvir, hvat tey gera og so ístaðin hava vit nøkur tilboð til børnini, sum tey kunnu tekna seg til, eitt nú verkstaðið í kjallaranum, at spæla bólt á vøllinum, at vera í fimleikarhøllini á Háskúlanum og á verkstaðanum á Háskúlanum. Vit hava eitt fólk, sum burturav tekur sær av at hava ítrótt við børnunum. Tað er kortini soleiðis, at eru tey farin í gongd við okkurt ávíst, skulu tey gera seg liðug. Børnini eru mettað av at verða stýrd gjøgnum allan dagin og tað merkja vit øgiliga væl á teimum. Tí er tað hent hjá okkum at hava eini hús við nógvum smáum rúmum, har børnini kunnu vera uttan stórvegis íblanding frá vaksnum. Tey hava brúk fyri at vera fyri sjálv, tey eru troytt av, at ov nógv verður fyriskipað, sigur Ann Elisabeth.

- Børnini verða spurd, hvat tey hava hug til. Og hugskotini frá teimum eru ofta góð. Hava tey hug at spæla kríggj ein dag sleppa tey tað, sigur Guðrun.


Trygd, dygd og virksemi

Arbeiðssetningurin hjá frítíðarskúlanum er trygd, dygd og virksemi. Skúlin leggur áherðslu á, at barnið veksur upp í einum tryggum og mennandi umhvørvi, har tað hevur møguleika at menna seg á øllum økjum.

Málið hjá frítíðarskúlanum er at børn eftir loknan skúladag innan tryggar karmar og undir uppsýni og vegleiðing av vaksnum kunnu stimbrast og mennast sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga. Í gerandisdegnum verða tær neyðugu umstøðurnar skaptar fyri at bæði børn og foreldur kenna seg trygg.

- Foreldrini vita altíð, hvat av starvsfólkunum tey kunnu venda sær til, tí starvsfólkini hava ábyrgdina av einum ávísum bólki. Tað er eisini ein uppgáva hjá starvsfólkunum at halda eyguni við hesum børnunum, um tey støðast og slíkt, sigur Ann Elisabeth.

- Vit ganga høgt uppí, at um vit fara út um skúlan, eru altíð fleiri starvsfólk við júst við trygdini fyri eygað, sigur Guðrun.

Í neyvum samstarvi við heim og skúla verður eitt dygdargott umhvørvi skapt fyri heildina og tað einstaka barnið. Hóast stórur dentur verður lagdur á, at barnið sjálvt kann gera av, hvat tað fæst við, verður dentur lagdur á, at gerandisdagurin er fjølbroyttur og at børnini hava møguleika á ein skapandi og mennandi hátt at royna seg.

- Vit hava havt trý ymisk evnisarbeiði í síðstuni, ein bólkur hevur arbeitt við evninum fjøra, ein við ull og ein við ítrótti og regluspælum. Bólkarnir hava arbeitt tveir tímar í tveir dagar um vikuna í tríggjar vikur. Og børnini ganga øgiliga høgt upp í hetta, til dømis í ullararbeiðinum hava tey verið við frá grundini, líka frá tí fyrsta sum skal gerast við ullina til tað lidna úrslitið, sigur Guðrun.


Av nýggjum á hvørjum ári

Av tí, at frítíðarskúlaskipanin sum er bert røkkur til forskúlabørn og børn í 1. flokki er stór útskifting av børnum á hvørjum ári. Og tað er bæði gott og ringt. Guðrun Hansen heldur, at frítíðarskúlin átti at fevnt um børn í øðrum flokki eisini.

- Tá ið forskúlarnir byrja á hvørjum skúla verða børnini í skipanini í tvey ár og tað er nógv betri fyri tey, sigur Guðrun.

Í frítíðarskúlanum í Hornagøtu eru 11 børn úr øðrum flokki, men fimm standa á bíðilista at sleppa inn.

- Hesi, sum ikki eru sloppin inn, hava ilt við at skilja, hví tey ikki eisini kunnu vera við. Vit síggja tey hvønn dag í skúlanum, tá ið vit heinta børnini. Við hvørt koma tey á vitjan og fáa millummála saman við børnunum. Men tað er sjálvandi øgiliga óheppið, at tey ikki sleppa upp í part, sigur Ann Elisabeth.


Vantandi samskifti

Frítíðarskúlin í Havn er framvegis eitt nýtt fyribrigdi og sum samskiparin av skúlunum sigur í blaðnum í dag, er nógv eftir, áðrenn komið er á mál. Sum leiðarar á tveimum frítíðarskúlum hava Guðrun og Ann Elisabeth verið sjónarvitni til ymsar trupulleikar, ið kundu verið slopnir undan, um samskiftið var betri og fyrireikingarnar til frítíðarskúlan somuleiðis.

- Vantandi samskifti millum frítíðarskúlan og skúlan, ið børnini hoyra til, hevur verið ein trupulleiki. Knappliga kom frítíðarskúlin inn á sjálvan skúlan og broytti og bygdi um uttan at lærararnir ella skúlin vistu av nøkrum. Frítíðarskúlin varð kroystur niður yvir skúlan, og skúlin hevði ongan avgerðarrætt. Hesir trupulleikarnir eru nú loystir, sigur Guðrun.

- Tað eigur ikki at koma óvart á politikararnar, at barnatalið er so høgt í dag. Men vit hava sæð, at teir als einki innlit hava í frítíðarskúlan. Als einki forarbeiðið og ongar fyrireikingar eru gjørdar viðvíkandi frítíðarskúlanum, hann varð knappliga veruleiki og tjumsaður inn í nøkur høli uttan nakrar áskriftir um nakað sum helst, sigur Ann Elisabeth.


Verkstøð

Bæði frítíðarskúlin á Eysturskúlanum og Venjingarskúlanum eru í teirru hepnu støðu, at hølini rúma børnini í skipanini. Men fyri at hvør frítíðarskúli kann taka ímóti enn fleiri børnum verða verkstøð skipað. Verkstøðini eru ætlað sum tilboð til børnini, har arbeitt verður við einum evni eitt ávíst tíðarskeið. Arbeiðið er málrættað, men kortini verður ikki so nógv miðað eftir at røkka ávísum úrslitum, men heldur at geva børnum eitt gott og áhugavert upplivilsi.

Ætlanin er so, at frítíðarskúlarnir skulu samstarva um verkstøðini og brúka tey upp á skift. Hetta er ein háttur at fáa fleiri børn inn í frítíðarskúlarnar, men bæði Guðrun og Ann Elisabeth halda, at tað kann verða óheppið um satsað verður ov nógv uppá verkstøðini.

- Tað er av stórum týdningi at kenna okkara egnu karmar, áðrenn vit fara út av stovninum í verkstøð. Verður skipað fyri ov nógvum verkstøðum kann avleiðingin vera, at børnini fara at reika um allan býin. Tá koma vit til tað, at vit verða noydd at siga við børnini, at tey hava einki val, men skulu til hatta ella hitt, sigur Guðrun.

Og Ann Elisabeth tekur undir við Guðruni.

- Eg síggi fram til at fáa ein stovn, sum nøktar tørvin óheft av verkstøðum. Verkstøðini eiga at vera tilboð, ikki tvingsil. Tað skapar ov nógvar tvístøður. Tað er skeivt at loysa hølistrupulleikarnar við at skipa fyri ov nógum verkstøðum. Verkstøðini eiga ikki at vera orsakað av vantandi hølum, men heldur sum eitt tilboð, sigur Ann Elisabeth.